Løgregla og tollarar hava verið so mikið snild, at tey ikki avdúkaðu menninar á bryggjuni, men hava latið teir koma í samband við sínar føroysku medsamansvornu brotsmenn her á landi, sum á henda hátt hava sæð sær líkindi at forvinna sær pengar upp á at sáa tað fræið í føroyskan ungdóm, sum heilt víst fer at skaða summi fyri lívið – og sum tíverri mangan førir til at fólk í óføri við óhugnaligum avleiðingum.
Tað er ikki av ongum, at rúsevnadómar eru harðir. Onkur vil halda, at teir ikki eru nóg harðir. Vit kenna summar av hesum óheiðurligu persónum. Onkur teirra eru so mikið frekir, at teir venda aftur ferð eftir ferð – hóast teir hava sitið fleiri ár í fongsli – og so ganga teir akkurát líka frekir og smílast millum okkum – og byrja av nýggjum.
Onkur nýggjur legst afturat. Hesir ungu menn, sum kanska hava havt álit millum fólk, spæla høgt spæl og satsa sær restina av lívinum at verða eyðkendur sum rúsevnasmuglari.
Rúsevni eru ein stórur trupulleiki – eisini í okkara lítla samfelag. Tollvald og løgregla nýta nógva orku upp á at avdúka smuglarar, men tað tykist ikki vera nóg mikið. Tað er kortini sera undrunarvert, at tað skal bera so mikið væl til hjá bakmonnunum at halda søluni gangandi. Vit vita, at talan er samvitskuleysar persónar, sum ikki himprast við at draga onnur upp á tráð – í síni eirindaleysu tráan eftir at tjena pengar upp á ein tann mest lúsuta og mannminkandi mátan, sum hugsast kann, har tú setir lívið hjá øðrum í veð fyri at fóta tær sjálvum, bara tí at tú sjálvur ert skeivt undankomin.
Men vit eru so fá í hesum landi – vit plaga at reypa av, at øll kenna øll. Og tá øll kenna øll, so eiga slíkir lítisverdir persónar ikki at kunna reka slíkt virksemi í frið. Vit hava øll okkara fráboðanarskyldu – og tað er okkara skylda at boða frá, tá vit vita um fólk, sum fáast við slíkt virksemi – bæði tá talan er um vinir, um starvs- ella skúlafelagar og um børn okkara.
Hetta er ein trupulleiki, sum vit í okkara lítla samfelag eiga at koma til lívs ella í øllum førum at halda á einum sera lágum støði.