Pláss á ellis- og røktarheimum, pláss á dagstovnum og bústaður skulu
vera sjálvsøgd rættindi. Tað vil Tjóðveldisflokkurin, og tað er "verulig
vælferð", sum tað nú eitur, uttan danskan stuðul. Men er tann vælferð,
sum undanfarnu ættarlið løgdu lunnar undir, ikki verulig vælferð?
Tey, sum eru sosialt tilvitað, taka óivað undir við Tjóðveldisflokkinum
í, at hesi nevdu øki eiga at verða rættindi. Men hetta málið er
rættiliga prinsipielt og eigur eisini at flytast á onnnur vælferðarmál.
Vit skulu minna á, at nógv vælferðarmál eru rættindi í dag, tí
undanfarnir politikkarar a vinstraveingi - í Javnaðarflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum - staðfestu hesi rættindi í lóggávu!
Í hesum hallandi valskeiði hevur Javnaðarflokkurin lagt fyri tingið
fleiri vælferðar- og trivnaðarmál. Men hvør hevur andøvt í móti saman
við tí borgarliga Fólkaflokkinum? -Nei, hetta eru ikki mál, sum vit
skulu lóggeva um. Hetta eru mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga
at semjast um! Tað hevur verið grundgevingin hjá tjóðveldisfólkum fyri
ikki at taka undir.
Óivað kunnu partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um summi trivnaðarmál
í dag, men nógv vælferðarmál vóru ikki komin, um framskyggin tingfólk
ikki høvdu lóggivið um tey.
Annars vildi Tjóðveldisflokkurin á tíðindafundinum vera við, at aðrir
flokkar avbyrgja Tjóðveldisflokkin. -Er hesin pástandur ikki at venda
málinum á høvdið, ella "grugga málið", sum formaðurin plagar at taka til
um onnur?
Tjóðveldisflokkurin avbyrgir seg sjálvan við sínum víðgongda kravi um
fullveldi, og við framsøgnini um, at løgtingsvalið er ein óbeinleiðis
atkvøða um samband ella fullveldi. Hann avbyrgir ikki bara seg sjálvan,
men rekur atkvøður beinleiðis upp í føvningin á Sambandsflokkin!
Avleiðingin verður, at vit fáa tveir stórar útjaðarar, samband og
tjóðveldi, og støðan fer at læsa seg fasta. Miðan í tjóðaskparspurningin
verður skerd, og tað verður trupult at fáa meiriluta fyri ein loysn, sum
miðjan, fjøldin av Føroya fólki, vil og kann taka undir við. Vandi er tí
fyri, at einki hendir á ríkisrættarliga økinum!
Sosialurin