Uttan at greina uppskotið hjá Mentamálastýrinum út í æsir, so miðjar uppskotið ímóti at gera Útvarpið og Sjónvarpið til tveir sjálvstøðugar almennar stovnar. Millum landsstýrismannin í mentamálum og stovnarnar skal setast ein óheft nevnd og harafturat skulu stovnarnir virka sjálvstøðugir fíggjarliga. Tað merkir m.a. at teir skulu vera roknskaparliga leysir av landskassanum. Hetta nýtist samtundis ikki at forða teimum í at fáa almennan stuðul.
Sum er, er eingin nevnd millum landsstýrismannin í mentamálum, sum hevur ábyrgd av økinum, og stovnarnar. Henda bynaðarliga støða kann lættliga bera í sær, at tveir stovnar, ið liggja beinleiðis undir einum landsstýrismanni, ikki virka frælsir og politiskt óheftir. Teir kunnu heilt einfalt til eina og hvørja tíð koma undir politiskt trýst. Øll fjølmiðlafólk kenna hugtakið ?innbygdur sensurur?, og hetta fyribrigdið kann gera seg galdandi, tá stutt er millum ein fjølmiðil og ein politiskan myndugleika.
Hetta er Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, og fyrisiting hansara í Mentamálastýrinum tilvitandi um. Tí hava tey latið uppskotið gera og lagt tað fram. Av somu orsøk skilja eisini tey flestu, sum hava áhuga fyri fjølmiðlum og fjølmiðlasiði, Torbjørn Jacobsen, tá hann heldur tað vera løgið og langt úti, at politikkararnir í mentanevndini ikki vilja viðgera innihaldið í uppskotinum, men lata seg tøla av áskoðanini hjá tveimum roknskaparkønum, ið tykjast vilja stýra lógararbeiði í kraft av sínum størvum. Er hetta ikki at vilja seta demokratiið til viks!
Við allari virðing fyri landsgrannskoðaranum, skal kortini spurnartekin setast við, um tað er rætt, at landsgrannskoðarin nærum einsamallur kann avgera spurningar, um hvat er rætt ella skeivt, ella taka støðu í løgfrøðiligum heimildarspurningum, sum natúrliga ikki liggja innan fyri hansara kompetansuøki. Í hesum sambandi eiga vit at minnast til, at løgtingið er yvir øllum, landsstýri, embætisverki og hervið eisini yvir landsgrannskoðaranum. Tað, sum løgtingið samtykkir, er lóg. Og løgtingið eigur ikki at lata seg stýra av øðrum fyrilitum enn tí, ið gagnar fólkaræði, landi og fólki.
Verður uppskotið sent Mentamálastýrinum aftur, merkir tað í fyrsta lagi, at eingin nýggjur stjóri verður settur í SvF í bræði, tí landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at nýggja nevndin skal seta stjóran, og í øðrum lagi skulkar mentanevndin sær undan politiskari ábyrgd í hesum fyri fólkaræði týdningarmikla máli!
Sosialurin