ODDAGREIN: Skerfløt fyri kapitalinum

Um vikuskiftið hava vit sæð ein pol­it­isk­an glantr­i­leik av tí aðru verð. Leið­ar­in í heims­ins størsta einaveldi hev­ur vitjað í kongaríkinum, og tað mátti hátíðarhaldast við promt og pragt við drotn­ing og løg­manni í før­oysk­um búna, sum vón­ar at skapa onkrur kin­versk sambond.

Tíðindafundur var eingin, har donsku miðlarnir sluppu at seta við­kom­an­di spurn­ing­ar, sum til døm­is um Hu Jin­tao held­ur tað vera í fín­asta ord­an, at øll pol­it­isk mót­støða brut­alt verð­ur bard nið­ur í Kina, har fólk verða send í ar­beiðs­leg­ur og fongs­ul. Miðl­ar­nir kundu eis­­ini spurt, um tað er virðiligt, at tíggju­tús­unda­vís av fólki verða av­rætt­að hvørt ár í Kina. Ella um kin­verj­ar kundu hugsað sær eina frælsa pressu, sum hana, vit kenna í vest­ur­heiminum. Ella spurt Hu Jin­t­ao, hvat hann held­ur verða gal­ið við trú­ar­frælsi, ella hvussu hann kundi hugs­að sær at hjálpt kúgaðu tibet­an­ar­u­num.

Eisini kundu miðlanir spurt Hu Jin­tao, hvat hann ætlar sær at gera fyri, at Kina skal liva upp til mann­a­rættindi. Ella hvussu við um­hvørv­i­num? Kina dálkar illa, men held­ur alt loyn­i­ligt. Nær man Hu Jintao ætl­ar sær at greiða frá hesum, so far­ast kann und­ir at bøta skaðan?

Men nei. Tað hevði verið for ó­be­hag­i­lgt fyri Helle Thorning-Schimidt og øll hini, um pressan fór at seta nask­ar spurn­ing­ar. So er lættari als ongar spurn­ingar at seta.
Helle Thorning-Schmidt segði eft­ir fundin, at hon als ikki var í floyals­hands­kum.

– Tað er ikki soleiðis, at vit ikki tora at siga okkara hugs­an við kin­verj­ar. Vit hava hes­ar tríggj­ar dag­ar­nar stríðst fyri at tryggja donsk bú­skap­ar­lig á­huga­mál – men eis­ini okk­ara hugs­an um manna­rætt­indi. Tað er ikki so, at vit ikki tora at siga okk­ara hugs­an við kin­verj­ar, segði Helle Thorning-Schmidt leyg­ar­dagi­n.

Og til spurningin um, hví hon ikki sig­ur tað akku­rát sum tað er við Hu Jin­tao, so svar­aði hon, at um Dan­mark vil siga kin­verj­um sína hugs­an um manna­rætt­ind­ini, so ger Dan­­mark tað best við dialogi við kin­verjar...

Soleiðis svarar ein politikari... Veru­­leik­­in er, at dan­­ir – og før­oy­ing­ar og øll onn­ur – leggja seg sker­fløt fyri kapi­tal­i­num í Kina. At tað so hesa­ferð eru tað, sum vit fyrr kall­aðu »komm­un­ist­isk bøl­menni«, sum leggja sekt­in á manna­rætt­ind­i og fólka­ræði, tað hevur ongan týdn­ing – um før­oy­ing­ar kunnu selja kin­verj­um laks, og dan­ir kunnu selja teim­um hita­pump­ur og termo­stat­ar.

Pengar lukta ikki. Heldur ikki um teir koma frá kúgandi komm­un­istiskum ein­ræðis­harr­um...