ODDAGREIN: Skomm um semjan støkkur

Tað var altíð væntandi, at kur­il fór at koma á tráð­in í mál­i­num um stjórn­ar­skip­an­ina. So­leið­is er før­oysk­ur pol­i­tikk­u­r. Sein­astu fleiri enn 100 árini hava vit togast um hesi við­ur­skifti - og við­hvørt tyk­ist, at summ­ir pol­it­ik­arar halda, at so­leið­is eigur tað bara at vera.

Løg­tingið fór í gjár undir við­gerð­ina av hesum góða upp­skoti, sum hev­ur ver­ið á­veg­is sein­astu 12 árini.

Tað boðaði frá góðum, tá umboð úr øll­um flokkum løgdu fram álitið um stjórn­ar­skip­an­ar­upp­skot­ið. Men tað vísti seg skjótt, at full semja ikki var í øllum flokkum, og tað gav at bíta, tá løg­maður á rík­­is­fundi í Skagen boðaði frá, at upp­skot­ið var burt­ur­dott­ið, og at tað fór ikki at verða lagt fram­aftur.

Løgtingsumsitingin og løg­frøð­ing­ar hava víst á, at løg­ting­ið ikki eig­ur at við­gera upp­skot­ið, tí tað er í stríð bæði við grund­lóg, heima­stýr­is­lóg og stýr­is­skip­an­ar­lóg.
Hóast tingfólk eru viknað í kong­­u­­num, so er kortini at vóna, at tey finna eina skilagóða semju í hes­um máli. Tað ber ikki til, at vit fella aftur í gomlu grøvina hjá Tjóð­veldi og Sambandi, har als eing­in di­a­log­ur er.

Tað er ov býtt, um komandi ætt­ar­lið ­skulu verða vitni til eins táp­u­ligt kjak, sum vit seinastu mans­aldr­ar­nar hava havt um eina ósera ­greiða og fløkta fólkaatkvøðu í 1946.
Eitt er vist. Føroyingar vilja ikki hava loysing, og føroyingar vilja held­ur ikki aftur í amtstíðina. Tí er loysn­in harímillum. Tað er utopiskt at í­mynda sær, at Føroyar koma aft­ur í eina amts­líkn­andi støðu ella verða ein fult integreraður partur av Dan­mark. Tá fullveldi samstundis er so fjart, so er tað bara skyldan hjá okk­ara fólk­a­valdu at gera eina skip­an, sum er harímillum. Her er stjórn­ar­skip­an­ar­upp­skot­ið ein gylt­ur møguleiki.

Men Hans Pauli Strøm hevur grein í sín­um máli, at um ikki all­ir flokk­ar sam­tykkja nýggju skipan­ina, so kann tað gera tað sama.

Í so máta hava vit ikki góðar roynd­ir av føroyskum politikarum. Kjak­ið um ríkisrættarligu støðuna hev­ur ikki verið sakligt seinastu øld­ina - kanska heldur beinleiðis for­dumm­andi. Síðstu árini eru tó mun­andi framstig hend, har bæði Sam­bands­flokk­urin og Tjóð­veld­is­flokk­ur­in hava flutt seg.
Tað er tað, sum er pol­i­tikkur - at flyta seg.

Tað ber til at gera eina stjórn­ar­skip­an, sum hóskar øllum flokkum. Ein stjórnarskipan skal ikki verða ein av­gerð um fullveldi - ella um at binda føroysku tjóðina í danska rík­inum.

Tað er avbjóðingin hjá løg­ting­i­num at finna hesa tjóðarsemjuna, sum verð­ur grund­ar­lagið undir førohyska fólkaræðinum.