Oddagrein·Speglið tykkum í úrslitunum

Tað var ikki rætt, tá vit á hesum stað søgdu, at ráevnini í undirgrundini ikki stóðu í Heimastýrislógini. Málsøkið stendur, sum Høgni Hoydal vísti á, undir b málum. Høgni Hoydal skal hava takk fyri, at hann rættleiðir okkum, og annars ger viðmerkingar til oddagreinir okkara, ið miða eftir at elva til konstruktivt kjak


Vit standa sjálvsagt við tað, ið annars var skrivað í nevndu oddagrein. At málsøki ikki eru nevnd í heimastýrislógini fer at gerast alsamt vanligari, tí heimurin er nógv broyttur síðani 1948 og fer at broytast enn meir. Umhvørvismál av ymsum slag og fyri ikki at tala um ílegugransking og annað tílíkt, ið fer at stinga seg upp við nýggjari tøkni fara í summum førum at fella uttanfyri.

Tað er væl skilligt, at Tjóðveldisflokkurin er grammur eftir at lata sum um, at ein stór broyting er hend í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Kapitulatiónin hjá samgonguni skal síggja út sum ein stórsigur nú uppundir val. Tað stutta av tí langa er, at gongdin seinastu tíðina váttar tað, sum andstøðan allatíðina hevur sagt. Vit koma langt við ordiligum samskifti við danir, heldur enn at dyrka konfrontatiónina, sum tað heuvur verið gjørt fyrstu 3 árini av hesum valskeiðnum. Tey 3 árini hava verið spill av tíð, og nú verður alt eftir øllum at døma skundað ígjøgnum til onnur at taka upp.

Undirgrundin er eitt sera gott dømi um hvussu gott politiskt handalag kann føra á mál. Harmiligt er, at tjóðveldisleiðslan fokuserar á alt tað, ið kundi verið ella mundi verið. Tað eru úrslitini, ið telja, og tey kann formaður tjóðveldisfloksins spegla sær í. Tjóðveldisflokkinum má viðganga, at flestu yvirtøkur, ið eru framdar, hava verið framdar undir Javnaðarløgmanni. Eitt søguligt faktum, ið eftir øllum at døma ikki ávirkar núverandi Tjóðveldisleiðsluna í vali av samgongupartnarum.

Tað skal vera okkara vón, at man fer at gevast við at fokusera uppá hvat mundi verið og heldur hyggja at úrslitum og lært av, hvussu tey vóru rokkin.

Í hesum sambandi er tað sera løgið, at eitt blað borðrreiður við gomlum nýggjheitum. Skjøl hava fyrr verið frammi, ið visa, at danskir embætismenn høvdu ymisk uppskot, um hvussu undirgrundarmálið kundi loysast. Tað, ið stendur fast er, at ráevnini í undirgrundini vóru yvirtikin av einum javnaðarløgmanni, og at vit føroyingar fingu tað vit vildu hava, tí at væl var arbeitt. At Tjóðveldismenn so, sum teir einastu í heiminum, ganga og ivast í, at vit eiga tey, er so ein annar spurningur.