Oddagrein· Spennandi verkætlan

Norðuratlantsbryggjan hevur havt opið hús fyri sínum komandi samstarvspørtum í Danmark og fyri føroysku pressuni, soleiðis sum greitt er frá á øðrum stað í blaðnum. Hóast sjálvt húsið enn stendur í hálvum gekki, er greitt, at verkætlanin Norðuratlantsbryggjan er eitt sera spennandi og hugfloygt tiltak.

Eldsálin í hesi verkætlan er Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands. Leygardagin varð greitt frá tiltakinum, nú hetta mentanarliga flaggskip Útnorðurs fer av bakkastokki um eitt hálvt ár. Í hesum sambandi helt Vígdis Finnbogadóttir mergjaða røðu fyri innbodnum á Den Grønlandske Handelsplads í vikuskiftinum, har eisini Sosialurin var til steðar.

Í stuttum kann sigast, at verkætlanin gongur út uppá at skipa eitt mentanarligt samstarv millum Ísland, Grønland, Føroyar og Danmark úti á gomlu grønlendsku bryggjuni í Keypmannahavn. Talan er eitt kombinerað umboðsstovuhús og eitt mentanarhús. Húsið sjálvt er eitt umleið 250 ára gamalt pakkhús hjá Kgl. Grønlendska handlinum, ið stendur á sunnara armi í havnini í Keypmannahavn stutt frá nýggju operahúsunum. Húsið sjálvt er ein gáva frá danska statinum og hevur verkætlanin annars fingið stuðul frá Grunni A.P. Møllers.

Sum nevnt fevnir Bryggjan um nógv ymiskt virksemi. Her verða íslendsku, grønlendsku og føroysku sendistovurnar, ferðavinna, norðuratlantisk matstova og mentanarligt virksemi. Bryggjan gevur góðar møguleikar at sýna Norðurlondum og Europa, hvat Útnorður hevur at bjóða umheiminum. Bryggjan skal ikki koma í staðin fyri Føroyahúsið, ið hevur annað men ikki minni týðandi virksemi. Hon er eitt supplement og hevur nógvar aðrar uppgávur, sum eru vendar móti umheiminum. Man kann eisini siga, at Bryggjan verður eitt týðandi portur hjá umheiminum í Útnorður.

Bryggjan verður sostatt ikki bert eitt mentanarhús, men ein gluggi hjá Útnorði á europeiska meginlandinum. Hetta gevur føroyskum vinnulívi, ferðavinnu og mentanarlívi góðar møguleikar at marknaðarføra seg í Norðurlondum og í Europa. Hetta er ein sera stór avbjóðing til føroyskt mentanar- og vinnulív. Vit ivast ikki í, at føroysku samstarvspartarnir fara at megna hesa avbjóðing og at teir fara troyta teir møguleikar, sum Bryggjan hevur at bjóða. Men hetta verður eitt tungt tak at fáa at mæla runt, men har viljin og evnini eru, má tað eisini fara at bera til.

Sosialurin