ODDAGREIN: Tá fólkið gyllir formannin

Tá tað eru onnur, sum gjalda gildið, so er tað so nógv lættari at tiltuska sær serrættindi – so sum góðar nevnd­arsamsýningar. Slíkt hava vit hoyrt um fyrr. Vit kenna tað frá politikarum, sum hava dugað væl at fingið sær sersømdir uttan um beinleiðis lønina, so tær sær penari út. Tí hækkar teir lønina ov nógv, so sæst tað beinan vegin. Í staðin hava tær lóggivið sær feitar pensjónir, sum lættliga blíva 15 ferðir so góðar, sum tær vóru, um tað bara minti um vanligar almennar lønarsáttmálar.

Bankar hava dugað væl at lívgað sín­um, og Tryggignarfelagið Føroyar er einki undantak í so máta.

Í blaðnum fríggjdagin vístu vit á, at fyrr­verandi stjórin í felagnum, sum fekk 3,3 milliónir krónur í løn aft­ur­fyri av egnum ynski at siga seg úr starvi, og sum síðani av nevndini varð skotin upp fyri umboðsráðnum sum fyrsti nevndarlimur, sum ikki var valdur í umboðsráðið, fær um 1,2 milliónir krónur um árið fyri at vera nevndarformaður í høv­uðs­fel­ag­num og nevndarlimur í ymsum und­ir­nevndum.

Tryggingarfelagið Føroyar er eitt sí­n­a­millum tryggingarfelag. Tað merk­ir, at fólk, sum tekna tryggingar í fel­ag­num, eiga felagið. Talan er ikki um eitt partafelag, har tann, sum eigur mest í partapeningini hev­ur størstu ávirkanina á felagið.

Men tað eru fólk, sum koritni hava stórt vald á felagnum. Og hvussu ber tað til?

Demokratiið í felagnum er ikki so eyð­sýnt. Evsta vald sigst vera um­boðs­ráðið, sum verður valt av trygg­ing­ar­takarunum. Valluttøkan er ikki stór – kanska serliga tí, at val­lut­tøku­tilgondin er so fløkt – har nærmast lagt verður upp til trygg­ing­ar­tak­ar­an um ikki at atkvøða.

Eitt so stórt felag, sum Trygg­ing­ar­fel­ag­ið Før­oy­ar átti at sæð eina æru í, at so nógv­ir trygg­ing­ar­tak­ar­ar, sum gjørligt, greiddu at­kvøðu. Tað kundi til dømis verið gjørt við at at ein aktøvðuseðil varð send­ur hvørjum tryggingartakara, so hvør trygginartakari kundi at­kvøtt í mun til síni tryggingargjøld. Men tað tykir ikki sum um, at valdselitan hev­ur á­huga í, at avgerðartilgongdin hev­ur støði í hesum.

Argumentini eru mong og há­floygd. Men tað skerst ikki burt, at trygg­ing­ar­tak­ar­in hevði sæð størri virði í felagum, um tað lívgaði eitt sindur meira hjá teimum á nið­uastu meinigu tryggingargjaldarunum – teimum sum gjalda gildið – heldur enn at forgylla tey á ovastu hædd.

Eitt »fólkins felag«, sum Tryggingarfelagið Føroyar, átti at gingið undan at víst ábyrgd og hógv og harvið virðing fyri teimum, sum gjalda.