Oddagrein· Tórshavnar Kommuna má læra at samstarva

Seinastu tíðina hava vit sæð stórar kommunalar útbyggingar um alt landið, og tað er sjálvsagt tiltrongt í nógvum førum. Methøgar skattainnntøkur hava gjørt tað møguligt hjá kommunum at gera hesar íløgur.

Vandin kann tó vera, at pengaríkiligheitin ger, at onkrar íløgur verða gjørdar uttan stórvegis umhugsan og uttan stórvegis kvettan til samstarvsmøguleikar. Sum dømi um hetta kann nevnast bingjuhavnsætlanin hjá Tórshavnar Býráð á Oyrareingjum sum umhvørvisliga tykist óforsvarlig og kemur at oyðileggja eina heila bygd, sum borgarar á staðnum eisini hava víst á - fyribils fyri deyvum oyrum. Vit vita frá søguligum royndum við Torshavnar Kommmunu, at havnabygging ikki er sterkasta síðan hjá kommununi, og tí tykist ætlanin um at leggja fleiri 10 túsundtals fermetrar undir asfalt til bingjur innast í einum fjørði, har bygt øki er rundanum, serliga margháttlig.

Nú er ikki vist, at Tórshavnar Kommuna sleppur at gjøgnuføra ætlanina, tí at tað vildi verið sera løgið, um kommunan sleppir undan at gera eina árinskanning sambært nýggju havumhvørvislógini frá 2005. Bara tað, at Kommunan alment sigur seg ætla slíkt, vísir vantandi vilja til at diskutera samstarv við onnur.

Her er tað, at kommunur mugu læra seg at samstarva um íløgur. Sunda kommuna hevur víst áhuga í at samstarva við Tórshavnar Kommunu um farmahavn. Eisini hevur Runavíkar kommuna tøkt øki til bingjur. Alt hetta kann gjøgnuførast uttan nakran ampa fyri folk. Allíkavæl trúttar Tórshavnar Kommuna í besta lokalpolitiskan stíl sína ætlan ígjøgnum um bingjuhavn, uttan at geva nøkrum tanka um samstarv við aðrar kommunur gætur, væl vitandi um, at ein tunnilsætlan er, sum kemur at binda Skálafjørðin við havnina.

Hvussu kunnu føroyingar vænta, at kommunur fara at samstarva um umsitingarøki og íløgur, um størsta kommuna í landinum gongur á odda við solo íløgum, sum eingin tørvur er á samfelagsliga?

Hvussu kunnu vit vænta, at kommunalpolitikkur í framtíðini verður meiri ábyrgdarfullur, um man ikki eingongd í størstu kommunu í landinum klárar at halda seg bara so nøkurlunda til stevnuskráir í býráðssamgonguni? Borgarstjórin í Havn mátti, um nakar, havt ein áhuga í at víst, at hann tekur stevnuskránna alvorligt hjá tí flokki, hann sigur seg hoyra til.

Kann man forsvara at leggja landsuppgávur út til kommunur, sum ikki duga at síggja út um egnar bøgarðar? Kann man forsvara at leggja landsuppgávur út til kommunur, sum ikki lurta eftir sínum egnu borgarum?

Vónandi tekur Tórshavnar Kommuna annað skinn um bak, og gongur á odda í kommunalum samstarvi, sum størsta kommuna í landinum og tosar við eitt nú Runavíkar kommunu ella Sunda Kommunu um havnasamstarv, heldur enn at leggja fleiri 10 túsundtals fermetrar undir í asfalti og betong innast í einum fjørði og harvið oyðileggja ein bygd fyri okkara eftirkomarar.

Sosialurin