Oddagrein·Tað eru Guds børn, ið batna

Í samband við at skip skrásett í Belize liggja og fiska kongafisk í Irmingarhavinum, tí teir góðkenna ikki kvoturnar hjá NEAFC, hevur Jørgen Niclassen landstýrismaður í fiskivinnumálum boðað frá, at hesi ?piratfiskiskip? ikki skulu sleppa at bryggju í Føroyum.

Tað er gott , at landsstýrismaðurin tekur eina greiða støðu í hesum málinum, og skal hann hava rós fyri greiðu støðu sína. Vit kunna bara staðfesta, at tað eru Guds børn, ið batna.

Fyri á leið 10 árum síðani áttu føroyingar skip skrásett undir Belize flaggi og øðrum eksotiskum fløggum. Hesi skipini fiskaðu í loynikrókinum. Táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum heitti á føroysk virki um ikki at taka ímóti fiksi frá hesum skipum. Hetta var ikki so væl móttikið av øllum føroyingum og serliga kreftir í Fólkaflokkinum dámdu hetta illa. Nú 10 ár seinni er vend komin í, og tekur Fólkaflokkurin eina skilagóða støðu. Piratfískarí eigur ikki at góðtakast, og hentleikafløgg í fiskivinnuni er ein ósiður, óansæð um tað eru føroyingar ella útlendingar, ið standa aftanfyri. Vónandi var loynikróksfískaríið tað síðsta dømi um føroyskar løtuvinningsreiðarar, ið koma dragsandi við skipum undir Belize flaggi.

Vit mugu vóna, at greiða støðan hjá Føroya Landsstýri til piratfískarí kemur at standa við ? eisini um tað skuldi hent, at føroyskir reiðarar fara at finna uppá okkurt tílíkt fyri at sleppa undan altjóða avtalum og altjóða kvotum, ið Føroya Landsstýri virðir, sum vit sóu tað í loynikrókinum. Tað fer altíð at bera til hjá spekulantum at finna okkurt land onkustaðni, ið ikki viðurkennir kvotur fyri Norðuratlantshavið.

Tað skal verða okkara vón, at Jørgen Niclassen við at taka hesa støðu, eins og ein av undanmonnum hansara tók hesa støðu fyri á leið 10 árum síðani, er við til at seta endaligt punktum fyri óreguleraðum rovfiskaríi undir hentleikaflaggi her á okkara leiðum. Vit kunnu bert staðfesta enn einaferð, at tað eru Guds børn, ið batna ? eisini í Fólkaflokkinum.

Sosialurin