ODDAGREIN: Tapa men vinna flatskatt

Hóast samgongan fær ein dyggan framm­an­á í velj­ara­kann­ing­ini, sum vit í dag al­manna­kunn­gera, so hev­ur hon kort­ini tann meir­i­luta, sum skal til fyri at føra í­gjøgn­um að­al­mál­ið hjá Fólka­flokk­i­num, flat­skatt­in.

Hóast løgmaður fór til val uppá, at eing­in skuldi hava skatta­lætta, sum hann kunn­gjørdi kvøld­ið fyri val­ið, so er flat­skatt­ur­in leg­i­ti­mi­t­et­ur­in hjá sam­gong­uni – tað sum held­ur fyrst og fremst Fólka­flokk­i­num og Sam­bands­flokk­i­num sam­an.
Tí er tað so sera umráðandi hjá sam­gong­uni at fáa sam­tykt skatta­lóg­a­rbroyt­ing­ina um flat­skatt­in sum skjót­ast, tí fell­ur hann til jarð­ar, so er fram­tíð­in hjá sam­gonguni ­ó­viss.
Men tað sum hevur eyðkent løg­mann og Sam­bands­flokk­in í sein­asta val­skeið­i – tað vís­ir seg eis­ini at verða gald­andi nú: Sam­bands­flokk­ur­in veks­ur, með­an Fólk­a­flokk­ur­in má leggja rygg til meg­in­part­in av tapi­num hjá sam­gong­uni, tó at teir smá­u flokk­ar­nir eis­ini bera sítt tap.
Ongantíð hevur ein so nýggj sam­gonga fing­ið so nógvan ágang, sum hend­an sam­gongan hev­ur fing­ið. Tí var ein aft­ur­gongd ikki ann­að enn vænt­andi. At tap­ið kort­ini ikki varð størri enn fimm pro­sent – og at sam­gong­an varð­veit­ir meir­i­luta­n, vís­ir, at fólkið í ein ávísan mun tek­ur und­ir við lands­stýr­i­num, tek­ur und­ir við flat­skatt­i­num og tek­ur und­i­r við, at blokk­stuð­ul­in úr Dan­mark skal hækka.
Tað merkir eisini, at fak­fel­øg­ini ikki hav­a fing­ið nóg stórt ljóð fyri mót­mælu­num. Tó tú skuldi hild­ið, at eitt so stórt trýst sást aft­ur, so­leið­is at sam­gong­an í kann­ing­ini misti meir­i­lut­an. Men tað er ikki hent.
Sambært orðaskiftinum í gjár, so stend­ur sam­gong­an sam­a­n um flat­skatt­in. And­støð­an og fak­fel­øg­ini mugu síggja í eyg­uni, at hetta slag­ið er tapt, her vendst valla aft­ur.
At tað er Fólkaflokkurin sum mis­si­r í velj­ar­a­kann­ing­ini, og at Javn­að­ar­flokk­ur­in veks­ur og verð­ur næst størsti flokk­ur, er kanska ná­t­úr­ligt – um vit hugsa um júst strí­ð­ið um flat­skatt­in. For­mans­stríð­ið í Fólk­a­flokk­i­num hev­ur helst eisini kostað, eins og kú­vend­ing­in frá full­veld­is- til blokk­stuð­uls­flokk.
Tað sum undrar er tó, at kú­vend­ing­in hjá øll­um teim­um trim­um fyrr­ver­andi full­veld­is­flokk­u­num ikki sæst aft­ur í fram­gongd hjá Tjóð­veld­inum­.
Kanska hetta er ber boð um, at velj­ar­in held­ur vil velja mill­um hug­sjón­­ir enn tjóð­skap­ar­stríð­. Kanska vit áttu at fingið blokk­pol­i­tikk í Før­oy­­um, so veljarin visti, hvørja stjórn hann fekk.
Fak­fel­øgini mugu eisini leggja á ann­an bógv, um tey vilja hava pol­itiska ávirkan og ikki koma sum ketta úr høvdatrog aftan á valið, sum tey gjørdu hesaferð.