ODDAGREIN: Tingfólk somu pensjón sum onnur

Nýggi løgtingsformaðurin boðaði í tíð­indi­num hjá Kringvarpinum í gjár frá, at upp­skotið um at broyta lønar- og eft­ir­løn­ar­við­ur­skifti hjá tingfólki verður tikið fram­aft­ur.

 

Tilgongdin við at broyta serliga gull­rand­­aðu pensjónina hjá politikarum byrj­aði í næstsíðstu tingsetu. Kaj Leo Holm Jo­­hann­­e­sen var tann løgmaðurin, sum um­­síð­ir fekk tikið seg saman at koma í ting­ið við uppskoti um at broyta pen­sjón­ina hjá landsstýrisfólki – og tey við­ur­skift­ini vórðu broytt, tá landsstýrið hjá Aks­el V. Johannesen tók við.
Grammleikin hevur verið øgiligur hjá pol­it­ik­ar­um, sum hava tiltuskað feita al­menna tænastumannapensjón. Tað so ógv­us­ligt, at landsstýrisfólk kundu upp­tjena sær fulla tænastumannapensjón upp á 8 ár. Tað vil siga, at tey eftir 8 árum í lands­­stýr­i­num kundu fáa góðar 33.000 krónur í pe­nsjón restina av lívinum, enn­tá longu tá t­ey eru 60 ár. Løgmaður og løg­­tings­for­mað­ur fáa slakar 40.000 kr í pen­sjón, som­u­leiðis kunnu teir fáa tað frá 60 ára aldri.
Hjá tingfólki er pensjón lægri, men eisini 60 pro­sent av lønini og tí góðar 24.000 krón­ur um mánaðin. Ting­fólk skulu hava sitið 16 ár á tingi fyri at fáa fulla pen­sjón. Páll á Reynatúgvu lovaði at broyta hesi við­urskifti, tá hann var formaður. Man hann pjakaði sær av onkrari orsøk so illa við upp­skotinum, at tað kom so seint í ting­ið – og so sendi hann sjálvur tingið til hús, áðr­enn hansara egna uppskot varð við­gjørt. Tí fall tað burtur.
Tað hevur leingi verið soleiðis, at pol­it­ik­ar­ar­ pjakar sær sum mest, tá tað snýr seg um at taka av hesi vitleysu serrættindi, sum teir hava givið sær sjálvum.
Tað er í fínasta ordan, at politikarar fáa góða løn. Men tað er ikki í ordan, at teir hava tiltuskað sær marglætispensjónir, sum onn­ur fólk høvdu skulu goldið langt yvir 100.000 kr um mánaðin fyri at fingið frá til dømis Lív. Tað sigur seg sjálvt, at hetta skal av­takast alt fyri eitt. Og málið er sera einfalt. Pol­it­ik­arar skulu hava somu treytir sum all­ir aðr­ir løntakarar í Før­oyum. Pensjón skal av­spegl­ast í lønini. Lands­stýr­is­fólk­ini fáa nú 15 prosent í pen­sjóns­inn­gjaldi oman á lønina. Tað kunnu ting­fólk eisini fáa. Tað er eingin orsøk til at hækka lønina fyri tað. Pensjónin er hamrandi órímulig, og tí skal hon bara avtakast!