Val verður til fólkatingið 13. november. Orðaskiftið í donsku miðlunum snýr seg um heimligar politiskar spurningar frá morgni til myrkurs. Av tí at valstríðið er bert knappar tríggjar vikur drúgt, telur hvør tími í valstríðnum fyri tey uppstillaðu.
Høvuðsspurningurin til danska valstríðið er enn einaferð útlendingamálið, har Anders Fogh Rasmussen spældi eina politiska fintu dagin fyri hann útskrivaði valið. Púra óvæntað lovaði hann barnafamiljum, sum í áravís hava búð á donskum flóttafólkalegum at búseta og útbúgva seg uttan fyri legurnar. Soleiðis hálaði forsætisráðharrin lætt og elegant tenninar út úr mótstøðufólkunum, ið høvdu sæð fram til at brúka innistongdu og sálarliga niðurpíndu barnafamiljurnar til valskjúts. Við at nokta hesum neyðars flóttafólkum at arbeiða í Danmark gjørdi hann samstundis frilluni Piu Kjærsgaard til vildar.
Vælferð er eisini høvuðsevnið í danska valstríðnum, har Helle Thorning-Schmidt hevur sett sær fyri at seta vælferðina upp ímóti nýliga samtykta skattareforminum. Vælferðaorðaskiftið snýr seg eisini um hægri løn til tey lægstløntu almennu starvsfólkini, og innan heilsuøkið er tað serliga krabbameinsviðgerðin, sum verður umrødd í valstríðnum.
Hvussu sær so politiska landakortið út! Eingin av vongunum tykist fáa meiriluta. Leikluturin hjá Dansk Folkeparti er nógv kølnaður, nú Nýggja Samgongan við Naser Khader tykist fáa nógvar tinglimir og kann harvið gerast tungan á vágskálini, um tað verður Anders ella Helle, sum fáa valdið. Við Rás 2 segði Khader, at hann heldur vil stuðla eina borgarliga stjórn og fáa munandi ávirkan. Hann útilokaði tó ikki samstarv til vinstru.
Hvussu er so stætt her heima undan valinum! Enn er valstríðið ikki byrjað. Løgið nokk, so hava hvørki Javnaðarflokkurin ella Fólkaflokkurin stillað upp enn, og hetta kundi bent á eitt ávíst máttloysi. Sambart veljarakanningunum bendir eisini nógv á, at Tjóðveldi og Sambandsflokkurin vinna fólkatingssessirnar. Sera markanta profileringin hjá Sambandinum í seinastuni kann gerast bilett bæði til fólkatingsborgina og á ovastu rók á løgmansborgini.
Tað er greitt, at fólkatingsvalið verður eitt slag av styrkiroynd undan komandi løgtingsvali. Tí kann tað undra mong, at flokkurin hjá løgmanni enn ikki hevur latið við seg koma. Tað er í hvussu er ikki nakað gott signal at senda út til veljararnar, nú flokkurin kanska meira enn nakar annar hevur brúk fyri at profilera seg og greiða veljarunum frá, hvat hann vil frameftir og stendur fyri, eftir fýra ár í óvanligari loyalitetstøðu í samgongu við borgarligar flokkar.
Sosialurin