ODDAGREIN: Upp á barrikadurnar

Fakfeløgini finna seg ikki í, at lands­stýr­ið oyð­i­leggur pen­sjóns­skipanina til at fíggja skatta­lættan til tey væl­bjarg­aðu. Tað var greiði boð­skap­ur­in eftir fund­in hjá øllum fak­fel­øg­u­num í land­­i­num í gjár.

Og tað var týðuligt, at fakfeløgini hes­a­ferð ætla at gera bart. Georg Han­sen, fo­r­mað­ur í Før­oya Ar­beið­ar­a­fel­ag, sig­ur, at hetta bara er fyri­reik­ing til tað, sum koma skal.
– Vit fara ikki at sita á reyvini, með­an tey oyði­leggja okk­ara pen­sjóns­skip­an, segði hann hóttandi.
Hóast fáur hevði trú tí, so hevur tað hepna­st Fólkaflokkinum at smoyggja flat­skatt­a­skip­an­ina inn í sam­gong­u­skjal­ið, og tað hevur eis­ini hepn­ast flokk­i­num at frelsa sjálvt Jen­is av Rana, sum nú gong­ur beint í­móti sí­n­um val­lyft­um við at verja tey á teim­um ovastu rók­u­num, hó­ast hann í áravís hev­ur á­tik­ið sær leik­lut­in sum verji hjá teim­­um, á teim­­um nið­­astu róku­­num. Eisini hev­­ur hann nú í sjey ár speirikið serliga Javnaðarflokkin, men eisini Fólka­flokkin og Sambandsflokkin fyri at geva teim­um ríku skattalætta. So­leið­is broyt­ast fólk fyri at fáa makt. Jenis av Rana vil heldur hava maktina enn at veita teim­um lágløntu skatta­lætta. Og hann blúgv­ast eft­ir øll­um at døma ikki við at selja seg fyri skatta­lætta til mil­l­i­ón­ing­ar.
Tað skerts ikki brut, at tað júst er Mið­flokk­ur­in, sum er skurk­ur­in í hes­um máli. Fólka­flokk­u­r­in hev­ur tón­að reint flagg. Hann er ein borg­ar­lig­ur flokk­ur, sum stendur fyri slík­um pol­i­tikki. Gamla Sjálv­stýri hev­ur leik­lut­in sum pol­it­iski veð­ur­han­in, sum snýr seg í ta ætt, sum nú eina­ferð hósk­ar best. Løg­maður segði kvøld­ið fyri valið – sum tann ein­asti floksformaðurin – at vit skulu ikki hava skatta­lætta.
Men í pol­itikki ber alt til – og at broyta eina mein­ing 180 stig upp á tveir dag­ar, tað ber væl til, tí tað hava all­ir flokk­ar­nir í sam­gonguni gjørt. Sam­bands­flokk­ur­in við skatt­a­lætta, Fólka­flokk­ur­in við at blíva ein blokk-bidd­ar­a­flokk­ur og Mið­flokk­ur­in við at tryggja mill­i­ón­ing­um skatta­lætta, sum ser­liga lim­ir­nir hjá Georg Han­sen skulu gjalda.
Kanska ein slíkur hvøkkkur frá borg­ar­lig­ari síðu, sum hend­an re­akt­i­on­era sam­gong­an stend­ur fyri, fær fak­fel­øg­ini at standa saman. Tað kundi verið áhugavert.
Men ein stórfundur og ein mót­mæl­is­gonga verða valla tað, sum fær sterka mann­in í Fólk­a­flokk­i­num nið­ur trapp­ur­nar í Al­bert Hall á Argjum, ella sum fær Jenis av Rana at hyggja tey á nið­astu rókum í eyguni.
Uttan atkvøðuna frá fak­fel­ags­lim­um, so høvdu vit ikki hesa re­ak­t­i­on­eru sam­gongu. Men nú fáa vit at síggja, um fak­fel­ags­rørsl­an megn­ar at standa sam­an, og um hon dug­ir at fáa á­vir­k­an á pol­i­tikk­in – ella um hon bara fer upp á barrikadurnar.