Oddagrein· Vælkosin virðislønarevni

Í síðstu viku vórðu M.A. Jacobsens virðislønirnar handaðar, og vit kunnu staðfesta, at kjørnevndirnar hava verið hepnari við sínum valum. Ikki tí valkostirnir hava verið bæði nógvir og góðir. Endin gjørdist, at Carl Johan Jensen fekk virðisløn fyri fagrar bókmentir, Gurðun Gaard fyri yrkisbókmentir, Ebba Henzte fekk virðisløn fyri mentanarlig avrik og Steintór Rasmussen fekk barnabókmentavirðisløn

Talan er um fýra fólk, sum hvørt á sínum øki hava framt stór og dygdargóð avrik, sum koma at verða standandi. Carl Johan Jensen hevur endurnýggjað skaldsøguna, Gurðun Gaard hevur í tøkum tíma varpað nýtt og bjart ljós á okkara mætasta núlivandi lyrikara, Regin Dahl, Ebba Henze er inspirator, týðari og høvundur, og Steintór Rasmussen talar til hugflog barnanna.

Hesi fýra fólk, sum nevndirnar hava kosið at verða heiðrað við virðislønum, eru Tórshavnar býráð til heiðurs. Skipan við virðislønum er okkum øllum til sóma og vísir, at vit hóast nógvar atfinningar royna at stuðla og virðismeta mentanarligt og listarligt arbeiði. Landsmyndugleikar eru eisini komnir við og nú áttu tær stóru kommunurnar eisini at sett á stovn mentanar- og listavirðislønir. Hetta vildi lyft okkum øll og hetta vildi verið eitt handartak til listafólkini. At enda: hjartaliga tillukku tit fýra – tit hava heiðurin uppibornan!

Sosialurin