ODDAGREIN: Valdið ridlar undir løgmanni

So hendi tað, sum leingi hevur ver­ið vænt­andi, at Jenis av Rana, for­mað­ur Mið­floks­ins, fekk trup­ul­leik­ar við at taka und­ir við pol­i­tikk­i­num hjá sam­gong­uni – sum er beint hin øv­ugti av tí, sum Jenis av Rana hev­ur sagt seg staðið fyri.

Tað undraði mong, at Mið­flokk­ur­in fór við í hesa sam­gong­una, sum er ein hin mest re­ak­t­i­on­era sam­gonga, vit hava havt í mong ár. Men tað gav eis­ini at bíta hjá Mið­flokk­i­num und­ir sam­gong­u­sam­ráð­ing­u­num, tí hin ting­mað­ur­in gjørdi tá púra greitt, at hann fór í øll­um før­um við í hesa sam­gongu – við ella uttan Jenis av Rana. Nú er Mið­flokk­ur­in ein flokk­ur, sum virð­is­pol­it­iskt er í eini tví­støðu – ella kanska lík­a­sælu – með­an sam­hald­ið eru tey kristnu virðini. Hó­ast Jen­is av Rana hevur sína bakgrund á vinstr­a­veing­i­num, og Bill Just­in­us­sen kanska høgr­u­meg­in – so gera báðir partar púra greitt, at grund­sjón­ar­mið floks­ins er krist­in­dóm­ur­in – með­an pol­i­tikk­ur­in ann­ars er sek­und­er­ur.

Øll hava sjálvandi rætt at grunda sín pol­itikk, sum tey vilja. Men at grunda ein pol­it­isk­an flokk á at vera kristin, kann ger­ast í so tunt soð, tí hvørki Jenis av Rana, Bill Just­in­us­sen ella Kar­sten Han­sen eru meira kristnir enn ting­fólk flest – tað er sjón fyri søgn, at hó­ast teir snakka meira um krist­in­dóm, so megna teir ikki at vísa sín kristna næstra­kær­leika meira í verki, enn ting­fólk flest. Tað hava vit eisini sæð áð­ur – bæði í stríð­i­num mill­um Ad­olf Han­sen og Tord Nicl­a­sen í átt­a­ti­ár­u­num og mill­um Tord Nicl­a­sen og Niels Paula Dan­i­el­sen í ní­ti­ár­u­num. Mið­flokk­ur­in er tann triðji krist­i­ligi flokk­ur­in í røð­ini, so stat­ist­iskt sæð, so kann hann sakt­ans fara í tvín­ing­ar av stríði um pol­i­tikk.

Men tá tað er sagt, so eru tað á­huga­verd sjón­ar­mið, sum Jen­is av Rana før­ir fram í blað­num í dag. Hann sig­ur, at pláss ikki er fyri sær í sam­gong­uni, at hann ikki hev­ur sam­vitsku til at standa til svars fyri poli­tikk­i­num hjá sam­gong­uni og krev­ur broyt­ing­ar í førda pol­i­tikk­i­num – sum eru so stórar, at tær eru utop­isk­ar at fáa framdar.

Jenis av Rana sigur, at hetta er eitt neyð­ar­­róp frá hon­um og ein á­var­ing til samgonguna.

Beinleiðis parla­ment­ar­isk­an týdn­ing fær tað ikki, um Mið­flokk­ur­in fer úr samgonguni. Men hetta er ein týðulig ábending um, at sam­gong­an stend­ur – og fer at standa – sera einsa­møll í teim­um ógv­us­ligu inn­triv­um, sum standa fyri framm­an. Eing­in møg­u­leiki tyk­ist vera fyri sam­starvi við and­støð­una – og tá og um Mið­flokk­ur­in er far­in, so kann tað vera ein spurn­ing­ur um tíð, nær onk­ur í Sam­bands­flokk­i­numm – ella kanska Ann­ika Ol­sen, fær sam­vitsk­u­bit og sting­ur í sekk­in.

Tá alt kem­ur til alt, so sita løg­mað­ur og Jørgen Nicla­sen kanska ikki so tungt á valdi­num kortini.