Oddagrein·Valstríðið byrjað av álvara

Kjaksendingin í SvF hóskvøldið varð eitt av startskotið valstríðið. Hetta er ein sending, sum vit gott kundu sæð meira til í sjónvarpinum, tí kjak um samfelagsspurningar o.a. er altíð gott fjølmiðlatilfar, um verturin dugur at fáa mótpartar at leggja fram síni sjónarmið, uttan at hetta skal enda við runublaking og øði.


Og hevur tað eisini týdning, at slík kjaksending fær ta tíð, sum er neyðug. Oftani er verður so stutt tíð sett av til týðandi politiskt kjak, at tey enda í hálvum gekki. Hetta var so eitt undantak, har verturin við ikki at blanda seg og við at blanda seg til rætta tíð, fekk báðar luttakararnar at føra fram síni sjónarmið uppá gott og ilt. Men fortreytin fyri at hetta kann rigga hvørja ferð er, at politikarar duga sær hógv, duga at lurta og duga at siga tingini stutt og kontant ? og at verturin veit, nær hann skal seta rætta spurningin, nær hann skal leggja seg út í kjakið og ikki minst, veit nær hann skal lata vera. Vit síggja tí fram til nógvar áhugaverdar kjaksendingar í SvF fram til valið.

Men hvat kom so burtur úr! Tað er ein heilt annar spurningur. Tað vilvera upp til fólk at meta um, og uttan iva eru nógvar meiningar um tað. Síggja vit burtur frá innihaldinum, so ?vann? Óli Breckmann henda valdystin. Hann var greiður og klárur við sínum útmeldingum, samd ella ósamd í innihaldinum, meðan Høgni Hoydal meira minti um taparan, um politikaran, sum hevði givið skarvin yvir uppá forhond. Hóast hann á sín siðiliga og miðvísa hátt royndi at fáa mótpartin og hyggjararnar til at skilja seg og tað hann stóð fyri, var her tó í stóran mun talan um endurtøkur, um eina plátu, sum vit hava hoyrt fyrr.

Tað sama kann eisini sigast um Óla Breckmann, sum her enn einaferð roynir at varta upp við sínum vanligum svadum um sosialistar ol. Nú er tað góður musikkur at seta tjóðveldismenn í nærum sovjetsosialistiskan bás. Fyrr var adressan annars javnaðarfólk. Óli Breckmann roynir eisini á sín ósakliga hátt at taka sær alla æruna av tí politikki, sum samgongan hevur staðið fyri.

Høgni Hoydal ger tað mistak, at hann roynir at fara uttan um tann veruleika, at samgongan hevur havt trupulleikar og hevur ikki megnað at standa saman sum ein maður. Hann koyrir aftur og aftur somu plátuna um, at tað er nærum rokkið á mál við fullveldinum osfr. Munnu veljararnir halda tað!

Eftir stendur, at báðir hesir samgongumenn, í veruleikanum eru ringastu fíggindar í mongum politiskum málum, og tí er niðurstøðan heilt greið: at tað verður eingin samgonga millum hesar báðar flokkarnar eftir næsta val, við ella uttan ávís fullveldisvalevni hjá fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum. Tað varð greiði boðskapurin í hesi sending. So veit veljarin tað. Men síggja vit burtur frá innihaldinum, so átti Óli Breckmann sendingina. Um tað so er nóg mikið til at mobilisera sínar gomlu veljarar er óvist. Hóast plátan hjá OB koyrir í somu rillu,skerst ikki burtur, at hon hoyrist. Høgni Hoydal fekk neyvan nakrar nýggjar atkvøður við hasi sendingini. Til tess má hann til at venda plátuni ? leggja okkurt nýtt lag á ? skal hann framhaldandi vera á toppinum í føroyskum politikki.