EIN spyr seg næstan um vit hava loyst, nú heimildirnar sum Høgni Hoydal tilleggur okkum føroyingum eftir øllum at døma eru víðkaðar so radikalt uppá fáar mánaðar. Um so er, at himildirnar ikki eru víðkaðar síðani flóttarfólkamálið, so er væntandi samstar millum tað, ið Høgni Hoydal segði í samband við flóttafólkamálið og tað, ið samgongan nú ger. Við øðrum orðum líkist hettar politiskari opportunismu.
UPPLÝSINGAR um ST viðtøkur o.s.fr. kann hvør heimsborgari fáa fatur í ? eisini Føroya Landsstýri. At skriva til ST at danska stjórnin tykist ikki vísa veruligan vilja til at samráðast hóast landsstýrið var væl fyrireikað og hevur ein »considerable« meiriluta aftanfyri seg í Løgtinginum, kann ikki skiljast sum annað enn eitt politiskt bræv, ið ivaleyst ongantíð átti at verið sent. Fyri tað fyrsta er tað bert búskaparliga skiftistíðin, ið skilir partarnar, fyri tað næsta hevur tað víst eg, at Føroya Landsstýri ikki var so serstakliga væl fyrireikað til hesar samráðingarnar, sum teir sjálvir vilja vera við ? ikki framúr lítillátið av umsitingini at skriva slíkt ?og fyri tað triðja kann tað diskuteerast, um meirilutin í Løgtinginum er »considerable«, sum rættiliga tendensiøst verður sagt í brævinum.
SPURNINGURIN er, um Føroya Landsstýri við sínum politiskt litaða brævi, ikki hevur givið eina mynd av føroyingum sum eina sjálvrættvísa og forkelaða tjóð. Fyri at seta tingini í perspektiv, so kann nevnast, at sjálvt fyriuttan blokkstuðul eru Føroyar ríkari enn á leið 90% av ST limalondunum.
TAÐ tykist næstan sum um, at nú tá tað er greitt, at meirilutin av Føroya fólki ikki tekur undir við fullveldisætlanini hjá samgonguni, so roynir Landsstýrið at elva til rok millum Danmark og Føroyar sum seinast aútveg at fáa loysingina. Ella kanska er ætlanin at fáa valagn, nú samgonguskeiðið er meira enn hálvrunnið uttan stórvegis avrik.
VÆNTANDI samsvar millum gerðir varaløgmans og seinastu tiltøkini hjá samgonguni, boða ikki frá góðum viðvíkjandi standinum í demokratiska samfelagnum Føroyum. Hví er løgtingsins uttanlandanevnd ikki fráboðað í ST málinum og ikki minst í NATO málinum? Formaðurin íuttanlandanevnd løgtingsins sigur, at ST málið varð viðgjørt á nevndarfundum í Keypmannahavn herfyri. Um so er, at málið er viðgjørt, so stendur tað ivaleyst væl og virðiliga lýst í fundarreferatum frá hesum fundum.
TAÐ týdningarmesta í NATO málinum er ikki, um teir sleppa at tosa við NATO ella ikki. Vit, og óivað eisini løgtingslimir, kundu sera væl hugsað okkum at vitað, hvat Føroya Landsstýri ætlar at tosa við NATO um. Vónandi ganga teir ikki og fortelja, at vit fara at gerast fullveldi í næstu framtíð, tí tað er ivasamt, sum landið liggur, og mannminkandi er at fara afturumaftur.