Kemiin millum tey, sum samstarva, verður ofta sagd at hava eins stóran og viðhvørt størri týdning fyri, at tað skal eydnast at samstarva enn tað, sum tað verður samstarvað um. Tað fer sjálvandi at valdast um valúrslitið, og harvið parlamentarisku støðuna eftir valið. Men um tað er so, at kemiin millum tey, ið samstarva, hevur so alstóran týdning, so tykist lítil ivi at vera um, at samgongan millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin fer at halda fram eftir løgtingsvalið.
Flokkarnir áttu at gjørt upp við seg sjálvar og hvønn annan, áðrenn tað av álvara verður farið undir valstríðið, so veljarin kennir seg kunnaðan. Flokkarnir hava hvør sína stevnuskrá, og flokkarnir eiga ivaleyst at fáa ávirkan út frá úrslitinum á valinum. Samgonguskjal eigur ikki at verða undirskrivað undan valinum, men tað hevði sømt seg, um flokkarnir spældu meiri ítøkiliga út, enn tað higartil hevur verið vanligt at gjørt, um hvørji mál teir ætla at fremja, um veljarin vísir samgonguni álit á løgtingsvalinum, og flokkarnir áttu at spælt út við, hvussu ætlanin er at fíggja eitt nú menningar ætlanir á vælferðarøkjunum. Samgongan átti eisini at spælt út við, um hon framvegis ætlar, at sitandi løgmaður skal halda fram sum samgonguleiðari.
Sambandsflokkurin hevur skift formann, síðani løgtingsvalið fyri fýra árum síðani, og í vikuni, sum fór, valdi Fólkaflokkurin nýggjan formann. Á valinum í 2004 vóru formenninir í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum løgmansevni. Veljarin hevur krav upp á at vita, um nýggju formenninir síggja seg sum møgulig løgmansevni eftir valið, ella um teir fara til val upp á at stuðla sitandi løgmanni.
Sjálvandi eru andstøðuflokkarnir áhugaðir í at sleppa upp í part. Einki í politikki er so óhugaligt sum at sita í andstøðu. Hetta góvu andstøðu politikkarar eisini til kennar undir orðaskiftinum um løgmansrøðuna. Um veljararnir undan valinum fingu at vita samgonguætlanir, og hvør skal vera samgonguleiðari, so hevði tað verið lættari at tikið støðu til, um atkvøðan skal fara til ein av samgonguflokkunum, ella um hon skal gevast einum av andstøðuflokkunum, sum harvið kanska fer at fáa so mikið dygga undirtøku, at tað hjá samgonguflokkunum verður torført at halda hann uttanfyri.
Innlit og opinleiki eru vorðin lyklaorð í vinnulívi og umsiting. Tað er upplagt, at veljarin eisini í politikkinum fær so góð beskeð, sum tað ber til aðra staðni í heiminum, og sum tað eigur at bera til hjá okkum eisini, áðrenn hann fer at taka støðu.