Oddagrein· Yvirtøkulógin

Yvirtøkulógin er endaliga samtykt á løgtingi, men tað gekk, sum øll vita, ikki friðarliga fyri seg. Orðaskiftið var óvanliga hvast og til tíðir lá tað á einum støði, ið ikki er sømiligt fyri tingmenn. Samgongan var samd og stóð sum ein maður, meðan andstøðan var í øðini og royndi av øllum alvi at forða lógini at verða samtykt.

Ein hevur varhugan av, at tað, sum andstøðan er ill um, er meira viðmerkingarnar enn sjálvur lógarteksturin ella tekstirnir, tí her er jú talan um tvær einsljóðandi lógir. Tað má eisini ásannast, at tað er óheppið, at samsvar ikki er millum føroysku og donsku viðmerkingarnar. Spurningurin er, um ikki landstýrið hevði staðið seg við at brúkt nakrar mánaðir afturat til at mýkja støðuna mótvegis Danmark so væl sum mótvegis andstøðuni. Um hetta hevði givið eitt samt løgting, so var nógv vunnið og samgongan hevði staðið ómetaliga nógv sterkari.

Ein slík loysn skuldi ikki verið heilt ómøgulig, tá hugsað verður um, at yvirtøkulógin ju byggir á Tvøroyrarskjalið, sum undanfarna fullveldissamgonga eigur við húð og hár. Nú gjørdist yvirtøkulógin til eitt klandursmál av versta slagi. Spyrjast kann eisini, hvussu breið tann breiða tjóðskaparliga semjan, sum landsstýrissamgongan fór eftir tá hon var myndað fyri meira enn einum ári síðan, nú er. Svarið er, at hon er rættiliga breið, men at semjan kundi verið væl breiðari og tað hevði verið ein ómetalig styrki fyri samgonguna. Men hinvegin kann ein skilja landsstýrið, tí hetta mál hevur tikið nógva politiska og fyrisitingarliga orku og hevur verið ein forðing fyri, at farast kundi undir at loysa tey mongu praktisku politisku málini, ið bíða eftir at verða loyst. Tað er eisini ein stórur spurningur, hvørt partarnir høvdu flut seg, sjálvt um landsstýrið hevði brúkt meira tíð til hetta málið.

Nú er yvirtøkulógin so samtykt. Henda lóg er eitt stórt stig á sjalvstýrisleið. Tað kann eingin ivi vera um tað. Lógin ásetir, at øll mál, sum ikki beinleiðis eru knýtt at suverenitetinum kunnu verða yvirtikin uttan víðari. Her verður ruddað væl og virðiliga upp í tí ruðuleika, sum tey seinastu mongu árini hevur valdað í spurninginum um, hvat ið kundi yvirtakast og hvat ið ikki kundi yvirtakast. Tað var ikki eitt samt løgting, sum atkvøddi yvirtøkulógina til húsar, men tað var ein óvanliga stórur partur av løgtinginum og tí er tað ikki heilt burturvið at tala um eina breiða semju í hesum máli. Nú er at fáa samtykt nakrar yvirtøkur, so lógin kann roynast i verki og føroyingar kunnu ásanna, at hetta er álvara. Síðan er at fara til verka og seta í verk øll tey mongu mál, sum eru sett upp í samgonguskjalinum. Her liggur so nógv á láni, at tað mest líkist atgerðarloysi. Farið til verka leggið eina strategi við nøkrum itøkiligum málum fyri øll týðandi samfelagsøki. Fái gongd á búskapin, loysið strukturtrupulleikarnar hjá fiskivinnuni og finnið eina semju um tey stóru málini t.d. privatiseringarnar, so fólk og fyritøkur vita, hvar vit flóta. Fái enda á tí óvissu, sum spakuliga breiðir seg serstakliga í vinnulívinum og síðst men ikki minst komið til sættis við fakfeløgini. Verandi klandur er ósømiligt fyri eina annars sera skilagóða og dámliga landsstýrissamongu við einum frálíkum samonguskjali.
Sosialurin
Sosialurin