(Mjølnir-Dráttur 3-0. Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður við Elisabeth P. í Lambanum og Sesiliu J. Prior)
Lagt var upp til ein spennandi dyst í steypakappingini hjá kvinnum millum Mjølnir og Dráttur í Badmintonhøllini í Klaksvík, tí talan er um liðini sum liggja nummar eitt og tvey í landskappingini.
Men oddaliðið í meistaradeildini hjá kvinnum, Mjølnir gjørdi stutta prosess í dag, og vann rættiliga trygt 3-0 á Drátti.
Mjølnir-Dráttur 3-0 (25-16, 25-19 og 25-22)
Hitt liðið í bólki B er Fleyr. Fleyr og Dráttur spæla komandi fríggjakvøld. Leygardagin 25. januar tekur Fleyr ímóti Mjølnir í høllini á Hálsi í Havn.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Óli tók stutt samanum aftaná hvørt sett.
2) Tað eydnaðist aftaná rættiliga drúgva bíðitíð fyri lurtararnar hjá FM1 Óla G. Samuelsen at fáa samrøðu við umboð fyri Mjølnir og Dráttur. Hoyr tað sum Elisabeth Purkhús í Lambanum hjá Mjølni, og Sesilia Johnsdóttir Prior hjá Drátti høvdu at siga um trygga sigurin hjá Mjølni.