Bæði Manchester City og Manchester United skulu á vøllinum í dag í Premier League. Samanlagt verða sjey av teimum tíggju dystinum í hesum umfarinum á skránni í dag.
Manchester City er á vitjan hjá West Bromwich Albion, sum í seinasta umfari vann á St. James Park móti Newcastle. Tað ljóðar úr Manchester City, at teir eru í holt við at snikka saman ein nýggjan sáttmála til venjaran, Roberto Mancini. Ein sáttmáli, ið ger skal gera italiumannin til tann best lønta venjaran í Premier League.
Manchester United fær vitjan av Wigan, sum hevur fingið átta stig í teimum fýra seinastu dystinum. Manchester United vann heili 5-0 á Fulham í seinasta umfari og Sir Alex Ferguson hevur sagt, at honum nýtist ikki at keypa inn í januar.
Liverpool fær vitjan av botnliðnum Blackburn, sum liggur niðast á stigatalvuni. Liverpool megnaði ikki at bróta Wigan niður fyri jól og hevur spælt heili seks dystir javnar í ár. Ein av trupulleikunum hevur verið at vunnið á teimum liðnum, ið liggja í lægra endanum á stigatalvuni á heimavølli.
Ein dystur er longu byrjaður og hann er í millum Chelsea og Fulham. Andre Villas-Boas hevur givið Fernando Torres og Frank Lampard møguleikan frá byrjan. Báðir hava sitið meira á bonkinum enn teir helst kundu hugsað sær í ár.
Premier League:
2. jóladag:
Chelsea Fulham (12:00)
Bolton Newcastle (15:00)
Liverpool Blackburn (15:00)
Manchester United Wigan (15:00)
Sunderland Everton (15:00)
WBA Manchester City (15:00)
Stoke Aston Villa (19:45)
27/12:
Arsenal Wolverhampton (15:00)
Swansea QPR (17:00)
Norwich Tottenham (19:30)