Oddaliðini hava 32 stig

Neistin vann grannauppgerðina á Kyndli í kvøld. Øll trý oddaliðini, sum stríðast um sess í finalunum um føroyameistaraheitið, hava nú 32 stig.

Neistin er oddalið, men hevur spælt ein dyst meira enn Tjaldur, og tveir dystir meira enn Stjørnan. Sunnudagin spæla Neistin og Tjaldur í høllini á Hálsi.

Neistin vann uppiborið í kvøld. Úrslitið var 30-19. Hálvleiksstøðan var 16-9 til Neistan. Barbara Brauer var toppskjútti við níggju málum.

Tjaldur vann 30-21 á StÍF í gjár.

Stigatalvan:

1. Neistin ? 21 dystir, 32 stig

2. Tjaldur ? 20 dystir, 32 stig

3. Stjørnan ? 19 dystir, 32 stig

4. VB ? 20 dystir, 20 stig

5. Kyndil ? 21 dystir, 14 stig

6. VÍF ? 19 dystir, 7 stig

7. StÍF ? 20 dystir, 3 stig