KÍF-SÍ 0-3 (16-25, 14-25, 13-25):
Alt hetta kappingarárið hava SÍ og KÍF havt sítt fasta pláss á stigatalvuni – í hvør sínum enda. Longu frá byrjan hevur SÍ verið oddaliðið, øll hini hava roynt at runnið aftaná, og hinvegin hevur KÍF í allan vetur verið liðið, sum til fánýtis hevur roynt at strítt seg av aftasta plássinum.
Henda støða broyttist heldur einki, tá nummar sjey leygardagin tók ímóti nummar eitt í ítróttarhøllini í Kollafirði. Men sjálvt um dysturin hvørki kundi flyta eitt ella annað, skuldi hann spælast.
SÍ skal leygardagin og sunnudagin spæla tvær FM-finalur ímóti TB, men í Kollafirði var tað ikki á øllum plássum sterkasta uppstillingin hjá SÍ, sum var inni. Og aftur hesa ferð varð Karin Mikkelsen spard, tí hana vilja sørvingar hava í besta standi áðrenn finalurnar, sum verða spældar á Eiði.
Fáur mundi vænta, at tað kortini gjørdi tann stóra munin fyri dystin, tí sjálvt við bonki og eykaspælarum skuldi SÍ fingið mynstrað eitt lið, ið átti at vunnið á tí niðasta í deildini. So var eisini, og burtur sæð frá fyrra partin av fyrsta setti, so var stórur munur á liðunum.
KÍF gjørdi so ein vørr í fyrsta setti, tá tað eydnaðist at fylgja SÍ upp til 14-14, men so fór SÍ upp á 17-14 og koyrdi á víðari, so tað stóra kortini ikki spurdist burtur úr hjá ungu kvinnunum í Kollafirði. Í teimum báðum seinnu settunum var SÍ alla tíðina sannførandi frammanfyri, og serliga í triðja setti leyp SÍ avstað og kom á odda 13-3.
Bæði lið hava tó dystir eftir at spæla, tí meðan SÍ skal savna tankarnar um finalurnar ímóti TB, sum hava til endamáls at finna meistaraliðið í Eik-liguni í vetur, skal KÍF tvey tey næstu mikukvøldini spæla upp- og niðurflytingardystir ímóti Ternuni av Toftum.