Manshondbóltur
Lagt var upp til stórdyst, tá StÍF vitjaði Neistan sunnudagin. Higartil hetta kappingarárið hevur StÍF sýnt seg sum sterkasta liðið í kappingini, men eitt av liðunum, sum veruliga hevur megnað at hótt strandingarnar er júst Neistin, og tí var tað so als ikki nøkur sjálvfylgja, at stigini bara skuldu fara til gestirnar uttan víðari.
Saknur í venjaranum
Tað var longu greitt undan dystinum sunnudagin, at StÍF mátti vera leikandi venjaran, Costin Dumitrescu, fyriuttan í týdningarmikla útidystinum. Hetta var sjálvandi ein ógvuliga dyggur smeitur fyri liðið, og stóran part av dystinum var eisini líkt til, at hetta skuldi gerast ov nógv fyri strandingar.
Eftir eina heldur tama byrjan, so var tað nevnliga Neistin, sum tóktist hava betra takið á dystinum. Serstakliga Áki Mørk tóktist vera væl upplagdur, tá hnan ferð eftir ferð reis upp og kanóneraði bóltarnar í kassan aftan fyri Marian Cirloganescu, sum hesa løtuna ikki livdi upp til vanliga heiti sítt sum besti málverjin í føroyskum manshondbólti.
Í hinum endanum dúvaðu strandingar fyri tað nógva upp á evnini hjá Sveini Justinussen sum skjútta, men tó at skotini vórðu latin av við vanliga neyvleikanum og vanligu kraftini, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið. Eina mest tí framrættaða verjuspælið hjá StÍF als ikki riggaði nóg væl, nú Costin ikki var við, og at liðið tískil ikki fekk í lag vanliga kontrahondbóltin, sum plagar at vera eitt av mest drepandi vápnunum hjá liðnum.
Mistøk mundu kostað
Tvørtur ímóti tóktist tað í seinna hálvleiki vera Neistin, sum hevði fyrireikað kontrabóltin best.
Beinan vegin sum liðini komu út eftir steðgin, fóru teir bláu av álvara at draga frá, og tað stóð skjótt greitt, at her skuldi okkurt heilt serligt til, um dysturin skuldi vendast. Eitt skifti hótti heimaliðið við einum regulerum stórsigri, men mest sum htta tóktist veruleikin, kom vend í.
Startskotið var kanska, at teir bláu um miðjan hálvleikin tóktust hava kannað sær bitan. Í enn einum kontra-álopið var Helgi Justinussen kanska dekan ov smartur, tá hann skuldi avslutta. Royndin miseydnaðist, og tá StÍF ístaðin minkaði til 14-20 í eftirfylgjandi álopinum hómaðist brádliga ein glotti, og hesum fóru strandingarnir nú beint eftir.
Saman við verjuni fann Marian brádliga vanliga stórspælið fram, og spakuliga byrjaðu gestirnir at toga seg inn á teir bláu.
Ein av veikleikunum hjá Neistanum í ár hevur uttan iva verið, at breiddin á liðnum er ov lítil til at halda ein heilan dyst, og hetta tóktist nú eisini at skula kosta teimum dýrt. Áki Mørk og Morgan Knezevic eru fram um hinar bulurin á liðnum, men einsamallir megna teir ikki at stýra dystinum í 60 minuttir.
Sum minuttirnir gingu kom StÍF alt nærri á máltalvuni, og tó at Zeljko Jotic gjørdi sítt besta til tess at forða málskjótingini, so munaði hetta lítið móti stórspælinum í hinum endanum. Einar tvær ferðir misnýttu neistaleikarar í púrasta leysum støðum, og tá Marian eisini vann nervakríggið í tveimum førum, tá møguleikin var av brotsteigarblettinum, sá av álvara svart út hjá Neistanum.
Við bert einum minutti eftir komu gestirnir upp á javnt, men við fyrsta neisatamálinum í tíggju minuttir eydnaðist tað í næsta álopinum Morgan Knezevic at skjóta seinasta og avgerandi málið í dystinum, soleiðis at bæði stigini endaðu í Havnini.
Við sigrinum vann Neistin seg eitt fitt petti nærri strandingum, soleiðis at munurin millum liðini í veruleikanum bert er eitt stig. Samstundis innibar sigurin hjá VÍF leygardagin, at eisini teir hava lagt seg í kjalarvørrin á strandingum, og fyri kappingina er bara at frøast um, at spenningurin soleiðis tykist vera í hásætinum eftir tvey ár við meira ella minni totalum VÍF-dominansi.
Tað hoyrir tó við til søguna, at við leikandi venjaranum aftur á liðnum verður talan um eitt væl sterkari StÍF lið. Hesa ferð skutu teir færri mál, enn teir hava gjørt í nøkrum øðrum dysti í ár, og tó at ein einsamallur maður neyvan kann liggja sum orsøk fyri hesum, so er munurin millum fremstu liðini ikki størri enn so, at allar kreftir mugu setast inn, tá stigini skulu vinnast heim.
Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 24-23 (13-10):
Málskjúttar:
Neistin: Áki Mørk 10(2), Morgan Knezevic 8, Helgi Justinussen 2, Birgir Kass 1, Kári Mortensen 1, Dann Thorleifsson 1
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Artur Johansen 6, Alexandur Johansen 4(1), Kristjan Petursson 2, Janus Trygvason 2, Leivur Justinussen 1(1), Bent Djruhuus 1
Brotskøst: Neistin 5, StÍF 5
Útvísingar: Neistin 4, StÍF 4
Dómarar úr Kyndli: Hannus Wardum & Rúni Mohr. Tótktust ikki alla tíðina at hava eins gott tak á, og við hvørt viðførdi hetta frustratiónir hjá leikarum á liðunum báðum.