Upptakt
Tað mundi koma illa við hjá KÍ, at teir bert fingu javnleik í heimadystinum móti EB/Streymi. Tað ætla tey at gera betri hesaferð, nú GÍ kemur á vitjan, og hagtølini siga í øllum førum, at tað ofta hevur verið málríkt, tá hesi bæði liðini takast.
Skaddir útlendingar
Klaksvíkingarnir eru tó nakað skerdir undan uppgerðini. Jacob Bymar hevur drigist við skaða, men varð tó skiftur inn seinast, men í vikuni varð hann av nýggjum skaddur. Talan er um skaða í lærkrikanum, og í Klaksvík rokna tey ikki við, at hann verður tøkur fyrstu tvær vikurnar.
Heldur ikki verður mett, at Marek Wierzbicki er tøkur. Hann hevur drigist við fipurskaða, og enn er hann ikki komin somikið fyri seg, at hann verður mettur at tola 90 harðar minuttir á miðvøllinum.
Hinvegin er Ove Nysted nú um at koma rættiliga í snúningar, og møguleiki er fyri, at hann kemur inn í verjupartinum, eftir at tað annars var sum álopsleikari, at hann kom á vøllin seinast.
Júst álopsparturin man annars vera nakað, sum tey í KÍ tosa um at hvessa, tí sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum, so er felagið í løtuni í samráðingum við Súna Fríða Barðá.
Málini resta
Í Gøtu mistu tey oddasessin við tapinum fyri B36, men ætlanirnar eru framvegis at striðast í oddinum.
- Tað gekk ikki so væl hjá okkum handan dystin, og tað er einki at ivast í, at vit fara til Klaksvíkar at vaska tapið av okkum, sigur Súni Olsen, sum aftur í ár verður roknaður millum álitini á GÍ-liðnum.
Um uppskriftina til hetta sigur Súni, at teir fyrst og fremst mugu gerast meira vandamiklir.
- Eg haldi sjálvur, at innsatsurin hjá leikarunum var í lagi, men spælið var ikki nóg gott, og vit skaptu tískil ov lítið. Vit hava heldur ikki skorað nú í tveimum dystum, og tað mugu vit so í øllum førum broyta, heldur hann.
GÍ hevur annars allar leikarar tøkar til dystin. Eingir skaðar gera um seg í hópinum, og leikbann hava teir so ikki kent nakað til enn, so Krzystof Popczynski hevur frítt val, tá hann skal gera av, hvørjir teir fyrstu ellivu skulu verða.