Oddbjørg slapp upp á pallin við Aqua

- Tað var ordiliga stuttligt. Vit sluppu báðar at syngja við, og tíbetur dugdi eg sangin

Seks ungir festivalgestir fingu til konsertina hjá Aqua í gjár eina heldur serliga uppliving, sum tey nokk seint fara at gloyma. René Dif og Lene Nystrøm úr Aqua bjóðaðu teimum upp á pallin at syngja og dansa við sær til vælkenda hittið, Back to the 80’s

 

Ein av teimum var 13 ára gamla Oddbjørg Thomassen úr Klaksvík. Hon stóð fremst til konsertina, og tá René Dif segði, at hann vildi hava tvey upp á pallin, vóru hon og vinfólk hennara skjót at gera vart við seg.

 

- Vit stóðu allar fremst og róptu, tá hann segði tað. Nøkur vinfólk vóru aftanfyri meg, og tey peikaðu og róptu eisini. So vit vóru ein stórur bunki av fólki, sum fangaðu hansara uppmerksemi, meðan hann stoð og leitaði eftir onkrum at taka upp. So sá hann okkum, og hann valdi meg og eina aðra gentu út, greiðir Oddbjørg Thomassen frá. 

 

Tær báðar genturnar, ið komu á pallin, sluppu báðar at syngja við til Back to the 80’s. Aftrat teimum báðum komu fýra dreingir um 10 ára aldurin eisini við upp, og teir dansaðu og hoppaðu lið um lið við Lene Nystrøm.

 

- Tað var ordiliga stuttligt. Vit sluppu báðar at syngja við, og tíbetur dugdi eg sangin, sigur Oddbjørg Thomassen, sum bara hevur gott at bera René Dif og Lene Nystrøm.

 

- Eg haldi, tey eru ordiliga vell, og tey virkaðu bæði so fitt. Lene blásti mussar frá hondini til okkum, tá vit fóru av pallinum aftur.

 

Oddbjørg Thomassen fekk nógvar viðmerkingar frá fólki, hon ikki kendi, aftaná konsertina í gjárkvøldið. 

 

- Nógv komu yvir og spurdu, um tað ikki var eg, sum var á pallinum saman við Aqua. So fekk eg eisini at vita, at eg dugdi væl at dansa við teimum, sigur Oddbjørg Thomassen, sum altíð hevur kent til sangirnar hjá Aqua. 

 

- Eg kendi væl Aqua áðrenn Summar Festivalin og minnist tey serliga frá barndóminum. Men eg byrjaði at lurta ordiliga nógv eftir teimum nú, áðrenn tey komu á Summar Festivalin.

 

Oddbjørg Thomassen væntar ikki, at hon nakrantíð fer at gloyma hesa løtuna saman við Aqua á Vágsbøi.