Oddbjørn Joensen koyrdur

AB megnaði ikki at vinna dystin móti VB/Sumba mánakvøldið, og eftir øllum at døma hevur hetta kostað venjaranum sessin.

Í stutta tíðindaskrivinum a heimasíðuni verður ikki sagt nakað um orsøkina, men tað er eingin loyna, at ítróttarliga gongdin í ár ikki hevur verið nøktandi. Fyribils stendur Terji L. Hansen fyri venjingini hja Formula-liðnum hja AB.