Oddeyrin skal føra livandi fisk til lands

- Tá livandi fiskurin verður landaður, verður hann tikin upp úr RSW-tangunum, blóðgaður og gjørdur klárur til marknaðirnar, púra feskur.

Skipið er longt og umbygt á Karstensens Skibsværft í Skagen, sum eisini eigur viðheftu mynd.

Fyrsta íslendska skipið - Oddeyrin - sum skal føra livandi fisk til lands, hevur fingið stórt uppmerksemi bæði í íslendskum og altjóða fiskivinnumiðlum.

 

Talan er um ein umbygdan írskan uppsjóvartrolara, sum hevði navnið, Western Chieftain. Skip er longt við tíggju metrum og umbygt á Karstensens Skibsværft í Skagen.

 

Kystmagasinet.no veit at siga, at Oddeyrin, sum stórrriðaríið Samherji í Íslandi eigur, hevur seks sonevndar RSW-tangar, har livandi fiskurin skal svimja.

 

- Fiskurin verður skildur eftir slagi og stødd í tangarnar. Tann parturin av veiðini, sum ikki ber til at hava livandi, verður goymdur í kassum í lastini.

 

Heimasíðan skrivar, at RSW-tangarnir kunnu eisini brúkast til fisk, sum ikki kann seljast livandi.

 

- Tá livandi fiskurin verður landaður, verður hann tikin upp úr tangunum, blóðgaður og gjørdur klárur til marknaðirnar, og tá er hann feskari, enn slíkur fiskur vanliga er.

 

Heimasíðan leggur aftrat, at í mun til líknandi royndir í Noregi, verður fiskurin, sum Oddeyrin kemur við, ikki goymdur í nótum, men verður gjørdur klárur til marknaðirnar, meðan hann er umborð á skipinum.

 

Tá norska heimasíðan fyrr í vikuni skrivaði um Oddeyrin hjá Samherja, lá skipið á Akureyri í Íslandi.

 

 

 

Skipið er longt og umbygt á Karstensens Skibsværft í Skagen, sum eisini eigur viðheftu mynd.