Odds upp í 61 fyri útisigur til AB í kvøld

15 veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin millum HB og AB í kvøld

Tá HB tekur ímóti AB í kvøld er uttan iva tala um størsta favorittleiklutin eitt heimalið í Betrideildini hevur havt hjá altjóða veddingarfyritøkunum hetta kappingarárið.

Fimtan altjóða veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin millum HB og AB, ið byrjar klokkan 18 á Tórsvølli í kvøld. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Oddsini fyri heimasigur til HB liggja bara millum 1,01 og 1,05. Gjøgnumsnitsoddsið er 1,03 sum er tað lægsta vit hava sæð tll ein Betrideildardyst í ár. 

Gjøgnumsnitsoddsið uppá javnleik er 11,6, og gjøgnumsnitsoddsið uppá útisigur til AB er so høgt sum 30,54.

Betfair bjóðar heili 61 í oddsum fyri ein útisigur til AB í kvøld.

Her eru oddsini hjá teimum 15 altjóða veddingarfyritøkunum uppá dystin millum HB og AB:

VEDDINGARFYRITØKUR15 = HB-AB1X2
10Bet  1.01 10.50 25.75
188BET  1.02 9.60 16.00
1xBet  1.01 15.00 36.00
888sport  1.05 11.50 18.00
bet-at-home  1.03 10.00 16.00
Betclic  1.04 15.00 29.00
Betfair  1.04 15.00 61.00
Betsafe  1.04 7.90 45.00
Betsson  1.04 7.90 45.00
Betway  1.02 13.00 29.00
ComeOn  1.01 10.50 25.75
Interwetten  1.04 12.00 27.00
Pinnacle 1.0314.7540.83
Unibet  1.05 11.50 18.00
William Hill  1.02 13.00 36.00
Betfair Exchange  1.05 16.68 34.25
Gjøgnumsnitsodds:1.0311.6030.54