Hondbóltur
Eingin ivi var um setningin hjá H71, tá teir vitjaðu hjá Kyndli sunnudagin. Við einum sigri í hesum dystinum kundu teir á oddaliðnum mest sum staðfesta finaluplássið. Ein setningur, sum tó ongantíð varð rokkin.
Kyndil setti seg nevnliga á dystin frá byrjan. Eftir fyrstu varisligu løtuna vóru tað teir grønu, sum komu omaná, og tann munin hildu teir allan vegin. Eisini hóast teir seinastu løtuna vístu nakað av H71-kompleksinum, sum tykist hava fingið veruligar fastatøkur á liðnum.
Tvær ferðir í ár hevur Kyndil nevnliga tveitt at síggja til trygga leiðslu burtur, tá teir hava spælt móti H71, og tann søgan mundi endurtikið seg.
Átta minuttir fyri seinasta bríkslið hevði Josef Abrahamsen annars skotið Kyndil á 24-17, og tað átti at verið nóg mikið. Men við hoyvíkingum er einki avgjørt, fyrr enn seinasta bríkslið hevur ljóðað.
Nú teir mest sum einki høvdu at stríðast fyri - annað enn æruna - kom brádliga glið á spælið. Kanska slappaði Kyndil eisini av, ella kanska var tað byrjandi panikkur, sum fór at gera um seg. Undir øllum umstøðum, so fóru hoyvíkingarnir nú at eta seg inn á teir grønu. At tvey grøn brotskøst eisini vórðu misnýtt hesa løtuna, gjørdi ikki støðuna minni spenanndi. Og tá Sigtór Andreasen 30 sekund fyri leiklok minkaði munin í eitt mál, var høllin á gosi.
Kyndil megnaði tó at halda høvdið kalt seinastu løtuna. Álop varð koyrt róliga runt, og tá hoyvíkarverjan kom út at trýstað, varð bólturin sleptur inn til ískalda Janus Einar Sørensen, sum soleiðis staðfesti týdnignarmikla sigurin.
Favorittar í trupulleikum
Í hinum báðum mansdystunum um vikuskiftið, vóru VÍF og StÍF í stórum trupulleikum móti liðum, sum á pappírinum ikki skuldu volt teir stóru trupulleikarnar.
Í Vestmanna kom KÍF soleiðis á odda 19-18, tá tíggju minuttir vóru eftir, men so slerdi VÍF turbona til.
Við fimm málum á rað punkteraðu teir dystin, soleiðis at stigini kortini komu til høldar í hampuliga tryggum stíli.
Og á Skála var eisini um reppið, at StÍF heilkiksaði.
Talan tóktist annars vera um tryggan sigur, tá StÍF seks minuttir fyri dystarlok økti til 28-24, men so steðgaði púrasta upp. Upp á tríggjar minuttir skeyt Neistin trý mál, og so stóð nógv á seinastu minuttirnar. Mál kom tó einki afturat, og tí kundu heimaáskoðaranrir draga andan nakað lættari, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað.
Men meira enn nakað, so undirstrikaði dysturin, at einki eigur at verað tikið fyri givið. StÍF er higartil einaseta oddaliðið, sum hevur snávað móti teimum niðaru. Enn hanga teir kortini í, men ráð eru ikki til fleiri svipsarar.
Fakta um dystirnar
Kyndil-H71 25-23 (13-9)
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 9(2), Rókur Akralíð 5, Hans Áki Dal Christansen 3, Josef Abrahamsen 2, Hjalti M. Jacobsen 2, Janus Einar Sørensen 2, Ragnar Stakksund 11
H71: Halgir Dahl Olesen 9(1), Sigtór Andreasen 4, Piti Negru 4, Tróndur Vatnhamar 3, Jakob Jónsson 1, Bjarni Sørensen 1, Niels Viggo Niclasen 1
Brotskøst: Kyndil 4, H71 1
Útvísingar: Kyndil 4, H71 5
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Kristian Johansen.
StÍF-Neistin 28-27 (15-13)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 9, Bárður Danielsen 6, Alexandur Johansen 5(3), Bent Djurhuus 3, Artur Johansen 3, Jon Rasmussen 1, Jørmund Joensen 1
Neistin: Blagoje Buha 6, Áki mørk 4(1), Tróndur Kragesteen 4, Rani Slættanes 3, Karl Oddmar Rasmussen 3, Karl Herup Olsen 3, Birgir Poulsen 2, Jens Mohr 2
Brotskøst: StÍF 5, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 4, Neistin 5
Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen.
VÍF-KÍF 26-21 (12-9)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 6, Harald Bjørgvin 4, Ingi Olsen 4, Regin Joensen 4, Áki Olsen 3, Sámal Joensen 2, John Zachariassen 2, Rói Lamhauge 1
KÍF: Petur Martin Poulsen 5, Karl Johan Djurhuus 5(2), Gert Hansen 4(1), Mirko Milenkovic 3, Arnbjørn Hansen 2(1), Damir Oros 2
Brotskøst: VÍF 1, KÍF 9
Útvísingar: VÍF 3, KÍF 2
Dómarar: Rúni Mohr & Hartivg Joensen