- Eg átti brotsspark í fyrra hálvleiki. Orðini eigur liðformaðurin hjá B36, Odmar Færø aftaná 0-2 tapið ímóti Besiktas í Europa League undankappingini. Odmar Færø greiðir frá, at hann bleiv sparkaður í tjúkkan, og tað var á markinum, at hann mátti fara av vøllinum.
Odmar Færø er ikki nøgdur við teir fyrstu 25 minuttirnar. Hann tekur sær ein part av skuldini av 1-0 málinum sum Jeremain Lens skoraði longu aftaná átta minuttir.
Odmar Færø heldur tó, at aftaná 2-0 málið fekk B36 betur skil á, og hann heldur, at avrikið í seinna hálvleiki var framúr gott.
Odmar Færø er bjartskygdur um, at B36 fer at avrika væl til returdystin niðri í Istanbul.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Odmar Færø á FM1 stutt aftaná dysturin ímóti Besiktas var liðugur.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum, og at hoyra samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og André Olsen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Meinhard E. Olsen hjá B36.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Benjamin Heinesen hjá B36.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við formannin í B36, Rúna Herup Olsen.