Nú er tað greitt, at Odmar Færø er ikki førur fyri at fara á vøllin, nú KÍ á Tórsvølli fyrireikar seg til Europa Conference League dystin ímóti Olimpija Ljubljana úr Slovenia.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.45, og Odmar Færø er als ikki á KÍ listanum. Hann er sjúkur og ikki førur fyri at spæla.
Heini Vatnsdal hevur verið skaddur síðani síðst í august. Í kvøld er hann sentralur miðverji. Saman við honum í verjuni eru Deni Pavlovic og Vegard Forren.
Markus Olsen Pettersen hevur higartil í ár verið málverji og eykamálverji. Hann er ikki á listanum í kvøld. Eykamálverji er Hannis Matras.
KÍ liðið er soleiðis mannað: Nils Jonatan Johansson – Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal, Vegard Forren – Jóannes K. Danielsen, Luc Kassi, Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, René Shaki Joensen
Á KÍ beinkinum eru: Hannis Matras, Mads Bo Mikkelsen, Sivert Gussiås, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Hallur Hansson, Ahmed Latif, Jóhan Josephsen og Claes Philip Kronberg.