TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við roynda verjuspælaran hjá B36, Odmar Færø aftaná Odmar og liðfelagarnir høvdu tapt 2-4 ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í dag.
Odmar Færø hevur ikki nakra avgjørda støðu um Sorin Anghel átti brotsspark í støðuni, sum førdi til 1-1, og hann hevur heldur ikki nakra avgjørda støðu um umsparkið, sum dómarin, Lars Müller dømdi.
Um avrikið hjá B36 staðfestir Odmar Færø, at kenslan er ikki góð, tá hugsað verður um, at teir í tveimum førum vóru á odda, og stóðu eftir við ongum.
Odmar Færø greiðir frá, at teir í B36 høvdu vunnið sjey á rað, og vónaðu at fáa áttanda sigurin á rað, men soleiðis skuldi tað ikki verða í dag.