Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2014 sæst, at játtanin til Granskingargrunning ætlandi verður 7 mió kr. Í fjør var játtanin 6.582 tkr., og verður talan soleiðis um at økja játtanina við 418 tkr., um uppskotið til fíggjarlóg verður samtykt. Harvið verður játtanin á sama støði, sum hon var í árunum 2008 til 2010.
Umframt játtanina til Granskingargrunnin verður stuðul eisini játtaður til ES-granskingarsamstarvið. Hendan játtanin er 9,7 mió kr., og gevur hendan játtanin møguleika at fáa ES-stuðul til føroyskar granskingarverkætlanir.