- Tosað verður sum um, at allir føroyingar eru við, men fleiri hundrað føroyingar eru púra útihýstir frá litríka politiska kjakinum í sjónvarpinum, skrivar Tóra við Keldu, forkvinna í meginfelag teirra, ið bera brek.
Valtíð er ein tíð, sum er merkt av nógvum kjaki, har føroyingar viðgera nógv av tí, sum kemur fram í politisku valsendingunum. Sjónvarpið er ein góður miðil at náa út til alt føroya fólk gjøgnum, men Tóra við Keldu vísir á, at tað eru ikki øll, sum sleppa upp í part í kjakinum.
- Púra útihýstir eru føroyingar, sum ikki hoyra. Teir kunnu ikki fylgja við til dømis í grundleggjandi viðurskiftum, so sum orðaskifti hjá valevnunum í sjónvarpskjaki.
Tóra við Keldu minnir á, at tað er partur av public service skyldu Kringvarpsins, at syrgja fyri, at tey, ið ikki hoyra, eisini kunnu fáa tað tilfar við, ið Kringvarpið sjálvt framleiðir. Kringvarpið verjir seg tó við, at eingir pengar eru til at røkja hesa skyldu til fulnar.
- Kringvarpið er á fíggjarlógini, men tá ið public service skyldur ikki verða hildnar hóast tað, so er tíðin óivað komin til at seta markaðan pening av á fíggjarlógini til teksting av føroyskum sjónvarpssendingum, eins og tað er gjørt við játtanina til teknmálstulking, sigur hon.
Tóra við Keldu vísir á, at tað er brot á sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek, tá tey ikki fult og heilt kunnu vera við í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur, og hon nevnir, at ST nevndin hevur sett ítøkiligt krav til Føroya landsstýri, at tað skal tryggja bæði deyvum fólki og teimum, ið hava ringa hoyrn, atkomu til allar sendingarnar, sum KVF sendir.
- Við hesum vil MBF inniliga heita á myndugleikan um at bera so í bandi, at fáa atkomu til sjónvarpssendingar í Kringvarpinum í rættlag, so stórur partur av føroyingum ikki aftur til komandi valini verða útihýstir frá annars livandi og litríka politiska kjakinum, skrivar hon at enda.