Í dag verður stóra fitness kappingin Natural Power fitness hildin í Randers í Danmark.
Tríggir føroyingar eru við í kappingin, og eftir at innleiðandi umfarið var seinnapartin í dag, er nú greitt, at Árna Fjallstein, Jórun Mørkøre og David Arge Galán eru komin víðari í finaluna.
Hetta er fyrstu ferð at júst henda kappingin verður hildin í Danmark.
Árna Fjallstein og David Arge Galán, sum gjørdust FM vinnarar í fitness í farna mánaði, vunnu sær pláss til kappingina. Jórun Mørkøre hevði nakað framman undan sjálv meldað seg til Natural Power Fitness.
Tilsamans 42 luttakarar kappaðust seinnapartin.
Jákup Jacobsen, sum eigur og rekur Yndi Fitness, er við teimum føroysku íðkarunum á ferðini, og hann letur væl at úrslitinum higartil.
- Tey stóðu seg avbera væl í innleiðandi umfarinum seinnapartin. Støðið á luttakarunum er rættiliga høgt, men føroysku luttakararnir standa á ongan hátt aftan fyri hini, sigur Jákup Jacobsen.
Serliga væl gekk tað hjá Árnu Fjallstein og David Arge Galán, sum bæði seinnapartin í dag settu persónligt met í greinini deadlift.
Leggjast kann afturat, at Herman M. Hermansen, sum eigur Target Power Gym í Keypmannahavn, hevur vant eina av donsku luttakarunum, sum eisini er komin í finaluna.