Øll ung áttu at roynt arbeiðið á flakavirki

Á Sandoy Seafood starvast Diana Leite Johannesen, Katrin Gregersen Jensen, Bryngerð Lydersen og Eva Petersen. Tær hava starvast har í nógv ár og halda, at virkið í Skopun er eitt gott arbeiðspláss. Tað er trupult at fáa føroysk starvsfólk, men fleiri útlendingar søkja starv hjá Sandoy Seafood

Bryngerð Lydersen fór fyrstu ferð til arbeiðis á Sandoy Seafood, tá hon var blaðung

Diana Leite Johannesen hevur starvast á Sandoy Seafood í seks ár. Hon er úr Brasil og gift til Dals.

 

Henni dámar væl arbeiðið á Sandoy Seafood. Diana Leite Johannesen hevði ikki roynt slíkt arbeiði áður, tí var nógv at læra, tá hon byrjaði, men har vóru góð fólk sum lærdu hana arbeiðshættirnar á virkinum.

 

Diana Leite Johannesen sker fløk, pakkar, vigar og sker uggar. Hon ger tað mesta á virkinum, og dámar at hava skiftandi uppgávur, tí tá lærir hon nógv, men hon heldur eisini, at tað er gott at gera somu uppgávu í longri tí.

 

##med2##

 

Katrin Gregersen Jensen hevur starvast hjá Sandoy Seafood í næstan 10 ár. Hon býr í Havn, og tí ferðaðist hon við Teistanum í fleiri ár, til Sandoyartunnilin læt upp.

 

– Katrin byrjaði við at sigla, og hon kom í øllum veðri. Nú hevur hon keypt hús her, sigur Bryngerð Lydersen, arbeiðsforkvinna.

 

Katrin Gregersen Jensen er reinskerari. Tá hon byrjaði á Sandoy Seafood, var tað torført í fyrstuni at venja seg við arbeiðið á virkinum. Men tá hon hevði skilt mannagongdirnar, treivst hon skjótt.

 

– Tað er gott at arbeiða her.

 

##med3##

 

Heiður at orna hini at arbeiða

 

Bryngerð Lydersen fór fyrstu ferð til arbeiðis á Sandoy Seafood, tá hon var blaðung. Hon byrjaði av álvara at arbeiða á virkinum í 1997, tá Sandoy Seafood varð endurstovnað.

 

Bryngerð Lydersen byrjaði sum reingerðarfólk. Hon vaskaði í tvey ár, síðani bleiv hon spurd um at hjálpa til í framleiðsluni.

 

– Eg bleiv lokkað at reinskera og pakka. Høvdu tey brúk fyri hjálp, so segði eg ikki nei. Men tað bleiv for strævið at fara til arbeiðis um morgunin og síðani vaska um kvøldið, tí fór eg heldur í framleiðsluna.

 

Í dag er Bryngerð Lydersen forkvinna á virkinum.

 

– Eg havi fingið tann heiður at orna hini at arbeiða.

 

##med4##

 

Onkur nýggj maskina er komin, men sum heild líkist framleiðslan sær sjálvari.

 

– Vit hava fingið eina nýggja maskinu, hinar hava verið í nógv ár, og vit brúka tær nógv. Tað gamla er ofta gott, tí tað er kvalitetur.

 

Fyrr landaðu bátar til virkið í Skopun, tá bleiv arbeitt við fleiri fiskasløgum, eitt nú nógvum upsa og hýsu. Í dag verður fiskurin fyri tað mesta keyptur frystur á uppboðsølu, oftast virka tey lættsaltaðan tosk. Hetta merkir arbeiðslagið á virkinum.

 

– Tað er heilt øðrvísi tá fiskurin er frystur, tí tá tiðnar tú fiskin, sum tú skal skera í ein dag. Tá tú hevur feskan fisk, mást tú royna at arbeiða undan allatíð, tá tú keypir ein fullan bát av feskum, tá mást tú arbeiða tað elsta fyrst, sigur Eva Petersen, sum er virkisleiðari.

 

Uppgávan hjá virkisleiðaranum er at tryggja, at alt koyrir sum tað skal, og tað er nógv at halda eyga við.

 

Eva Petersen byrjaði á Faroe Seafood í Havn í 1997. Hon byrjaði við at pakka og viga.

 

Starvsfólkahópurin á Sandoy Seafood er støðugur, men tað er trupult at fáa føroysk starvsfólk.

 

– Vit hava ofta søkt eftir fólki, men føroyingar søkja ikki. Um hetta kemst av, at einki arbeiðsloysi er í landinum, veit eg ikki.

 

Harafturímóti eru nógvir útlendingarnir sum søkja starv hjá Sandoy Seafood.

 

– Vit nýtast ikki at leita eftir fólki, tí vit fáa allatíð umsóknir frá útlendingum, og tey tíma væl at arbeiða.

 

##med5##

 

Fyrr hevur verið vanligt, at ung fólk hava arbeitt á virkinum aftan á skúlatíð og í ferium. Hvønn dag komu ung fólk at pakka. Hatta sæst ikki líka nógv longur, men onkrar dagar er tørvur á ungum fólki.

 

– Tey eru røsk at vera til arbeiðis og siga ongantíð nei, tá man biður tey koma. Teimum dámar væl at vera biðin aftaná skúlatíð.

 

Bryngerð Lydersen heldur, at øll ung skuldu áttu at sloppið at roynt arbeiðið á flakavirkið. Nógv ung hava arbeitt í eitt ár, áðrenn tey eru farin í skúla, og síðani koma tey næstu inn. Tey ungu mennast nógv, og tað er tørvur á teimum.

 

Fyri at trívast á krevst at tú tímir at vera á einum flakavirki, tí allir dagar eru ikki líka lættir.

 

– Tá alt ikki riggar sum tað skal, noyðist tú at renna her og har. Hetta er tá maskinur ella bond blíva í ólagi ella um fleiri eru sjúk og fólk mangla allastaðni. Beint nú eru nøkur sjúk, og so mugu vit royna at fáa tað at koyra sum best.

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

Bryngerð Lydersen fór fyrstu ferð til arbeiðis á Sandoy Seafood, tá hon var blaðung

Diana Leite Johannesen hevur starvast á Sandoy Seafood í seks ár

Katrin Gregersen Jensen hevur starvast hjá Sandoy Seafood í næstan 10 ár.

Eva Petersen er virkisleiðari