- Sjálvandi er sjálvsálitið ikki nóg gott. Men tú kanst altíð ofra teg. Tú kanst altíð fara í eina tackling og tú kanst altíð stríðast. Men tað gera vit í alt ov lítlan mun í dag. Og tað er ikki nóg gott.
Liðskiparin hjá KÍ, Heðin á Lakjuni, var bersøgin, tá vit eftir dystin hittu hann á orði. Og hann var skjótur at ásanna, at tað fór ikki at verða serliga stuttligt at koyra norður aftur.
- Nei. Tað verður tað ikki. Hetta var forferdiligt.
Hvat er tað, sum ikki koyrir hjá tykkum í dag. Tit byrja annars væl?
- Vit arbeiða ikki nóg hart. Vit byrja fínt, men vit megna ikki at halda fast um hetta. Vit eiga kanska at skapa meira við onkrari av deyðbóltsstøðunum, men tað klára vit ikki.
Og nú eru tit av álvara trýstir?
- Ja. Nú eru vit veruliga í botninum, so tað ræður um at koma í arbeiðshandskarnar, sigur Heðin á Lakjuni.