Tekstur og myndir: Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Singapore, Sosialurin: Hon liggur og vaggar róliga í eystfallinum. ?Salka Valka? føroyski betong?báturin, seglbáturin, sum hevur lagt 15.000 fjórðingar aftur um á ferðini kring heimin. Nú eru 12.000 eftir og ?Salka Valka? liggur í Johorsundinum, sum skilir Singapore frá Malaysia og hvílir seg aftan á túrin gjøgnum Indonesia. Hon sigldi gjøgnum Singa?porestrætið við berum seglum, tí kølivatnspumpan var gingið fyri og myrkur kom á, áðrenn hon lá fyri akker. Fáastaðni í heiminum er so nógv skipaferðsla sum her. Tað er sera heitt um?borð. Hóast góð tvey ár í tropuhitanum, so rennir sveittin av mær. ?Salka Valka? er ikki nakað nú?tímans skip við luftkøling og øðrum hentleikum. Hon er fyrst og fremst eitt segl?skip. Eitt skip, sum hálv?liðugt, varð keypt av før?oyskum idealistum, ið vildu royna royna aldargomlu ítróttina, at sigla um høv og nema nýtt land. Tá hendan heimsferð kom í lag varð ?Salka Valka? í skundi innrættað soleiðis, at pláss var fyri nøkrum ferða?fólkum, sum við teirra luttøku kundu vera við til at fíggja ferðina. ?Salka Valka? er ikki klædd innan við dýrum eksotiskum viði. Skjóttvaksandi grann prýðir niðri undir og her er hugnaligt. Tað sum vantar í dýr?um tilfarið verður givið aftur í hugna og karakteri. Hóast sveittan, so kenni eg meg stak væl umborð.
Skiparin eitur Durita Holm, hon er 23 ára gomul og hon kolleveltir full?komiliga tí vanligu ímynd?ini av, hvussu ein skipari eigur at vera. Hon er ikki grov og veðurbard við al?skyns tatoveringum. Hon hevur ikki fingið eyðkenda siglaraprátið við alskyns klicheum, ella ovurnýttum innantómum orðafell?um. Hon er høg og vøkur við nýlitaðum hárið, hon er sterk og kimlig og hon er áhugaverd og stuttlig at práta við. Og so er hon so deiliga føroysk. Heiman?sandsgentan er ikki bangin fyri at tosa føroyskt umborð við gestirnar, hóast mann?ingin er donsk. Tað fellir henni heilt náttúrligt. Níggju ára gamli sonur mín Fríi, sum er á vitjan í Singapore, er við umborð. Hann dámar væl skipið, men sigur bart út við skiparan, at hann als ikki kundi hugsað sær at siglt við.
Siglt alt lívið
Og nú flyta vit okkum eitt sindur aftur í tíðina. Dreymurin hjá Duritu at sigla er ikki nýkomin. Hon hevur siglt tað hon kann minnast. Hon hevur fingið rullið við móðurmjólkini. Durita er dóttir Tórstein Holm, tann?lækna á Sandi og hann hev?ur stóran áhuga í bátum. Hann eigur part í Salku Valku og eigur eisini ein skotskan deksbát, sum er spískur í báðum endum. Tórstein og konan nýta stóran part av teirra frítíð á ferð millum lond í bátum teirra. Nú er Durita vorðin partaeigari eisini.
? Vit vóru burtur hvørja summarferiu og eg var ?sooo? ring av sjóverki fyrstu dagarnar umborð. Tað minnist eg ilt afturá. Eg hataði at sigla.Men stuttligt var, tá veðrið var gott og tá vit komu til londini, vit høvdu sett kós móti. Tað vóru stuttligar sum?mar?feriur. Vit vóru altíð saman, eg og beiggi mín, sigur Durita.
? Eg var stødd í Edinburg, tá tankin um at sigla kring knøttin spakuliga byrjaði at mennast. Eg var tá 19 ára gomul. Eg visti ikki hvussu eg skuldi fáa tað sagt. Eg mátti hava ein bát og mátti eisini hava moralskan stuð?ul. Eg hugsaði um eg skriva heim til foreldur míni. Tey áttu part í Salka Valku sam?an við einum øðrum. Eg mannaði meg upp og ringdi heim. Pápi tók telefonina. Eg segði, at eg hevði nakað ógvuliga alvorligt at tosa við hann um. Hann svaraði ?Nå? og so var tøgn eina løtu í telefonini. So spurdi hann: ?Hevur tað nakað við míni skip at gera?? Eg svaraði: ?Ja? og tað loyndarfulla hvarv í samtaluni beinanvegin. Hann og mamma hava stuðlað mær dyggiliga síðan og uttan teirra stuðul vóru teir 15.000 fjórðingarnir ikki sigldir, sigur Durita Holm.
- Eg flutti heim aftur til Føroyar og var í átta mán?aðar við línubátinum ?Grana?. Eg mátti vinna mær eitt sindur av peningi. Síðan var farið undir at inn?rætta ?Salku Valku?. Hug?skotið við ferðini er, at fígg?ing skal fáast til vega við at hava ferðafólk við.. Fólk rinda fyri at sigla við og vit skifta manning tá ein teinur eg sigldur. Tað er bara eg sum havi verið við alla tíðina. Tí var neyðugt við fleiri koyggjum umborð og tað skuldi eisini vera livilligt hjá átta fólkum. Í lugarinum og í aftur?kahúttini vóru koyggjur gjørdað. Miðskips hava vit so uppihaldsrúmið. ?Salka Valka? var ikki hálvliðug, tá vit fóru úr Føroyum. Eg vildi bara sleppa vekk skjótast møguligt. Tað liggur ikki heilt til føroyingar at vera ævintýrarar. Ongin gravgangur hevur verið eftir at sleppa við, hóast nakrir føroyingar verið við. Eg hoyrdi næstan bara negativt og møtti ikki stórum hjálp?semi. Eg haldi ongin trúði, at eg sum kvinna fór at klára hesa ferð, sigur Durita, ið helst uttan at siga tað hart hugsar um hóvastákið, tá føroysk mannfólk hava gjørt stórar ferðir um høv.
Óroynd um hav
Durita fór stillisliga úr Føroyum við kós móti Portugál. Her var ætlanin at ?Salka Valka? skuldi á beding.
- Ferðin gekk væl niður til Portugáls. Men eg fekk rættuliga mína sak fyri á bedingini. Eg var einsamøll umborð, meðan arbeiði fór fram og har var so nógv at hugsa um. Alt skuldi vera til reiðar til stóru ferðina, sum ikki rættuliga byrjaði fyrr enn vit loystu í Portu?gál, sigur Durita Holm.
- Tá ?Salka Valka? var liðug av bedingini, hildu vit leiðina út í Atlantshav aftur. Kósin var sett móti Kanar?isku oyggjunum. Hetta var ein torfør tíð fyri meg, men samstundis lærdi eg nógv. Eg skuldi læra handverkið at sigla og eg dugi at síggja í dag, nú nógvar 1000 fjórð?ingar seinni, at eg dugdi ikki nógv, tá vit byrjaðu.
? Nakrir føroyingar hava verið við á ferðini, tó hevur manningin fyri tað mesta verið danir. Eg vil nevna ein føroying, sum hevði stóran týdning og so vóni eg ikki at hini blíva for?nermaði. Tað er Mikkjal Helmsdal. (Mikkjal er sonur Sólvu Johannesen og Kára Helmsdal, blðm.) Hann var óførur, ein sjómaður burtur?av og dugdi at fáast við alt. Hann var ein góður stýri?maður og var mín høgra hond í torføru lærutíðini, sigur Durita.
Úr Kanarisku oyggjunum varð kósin sett vestur í hav og um beint fyri jól í 1996 var ?Salka Valka? stødd í Karibiska havinum. Her var vitjað ymsa stanðni .
Romantikkur í Karibia
Túrurin í Karibia broytti lívið hjá Duritu munandi. Her møtti hon manninum í lívinum. Hann er norð?maður og eitur Erik Tørju?sen. Hann er 34 ára gamal og er ein sannur globe?trottari, ella ferðagarpur. Hann er útbúgvin lærari, men hevur ferðast kring heimin ein stóran part av lívinum. Erik var sjálvur á ferð við báti sínum, tá tey møttust og tey gjørdist góð.
? Vit fylgdust á leiðini til Panama. Vit sigldu gjøgn?um veitina um miðjan feb?ruar 1997. Síðan fylgdust við tvørtur um Kyrrahavið og av og á so hittust vit eisini sjálvsagt. At fylgjast á stóra Kyrrahavinum er so nógv sagt, tað vóru fleiri dagar, hvar vit ikki sóu hvønn annan, Men vit vóru nærhendis hvørjum øðrum, sigur Durita.
- Komin gjøgnum Panama lá Kyrrahavið víðopið fyri okkum. Hetta er eitt øgiligt hav og stórt. Mær dámdi at sigla her. Tá tú siglir yvir heimshøvunum við teimum støðugu vindunum, so gerst lívið ógvuliga regluligt um?borð. Tað er fullkomiliga friðaligt. Tú fær ongar im?pulsir aðrastaðni frá. Her er einki radio, sum órógvar, onki sjónvarp, ongin tele?fon, ongin bløð. Tú siglir 30 dagar uttan at síggja eitt einasta skip. Skjótt troyttast tú eisini at tosa við hini. Onki er at taka støðu til. Báturin siglir. Vindróðri syrgir fyri at kósin verður hildin. Tú hevur fullkomiliga frið við teg sjálvan og Føroyar eru so óendaliga langt aftur í heilanum. Tú kennir teg sum ein part av heiminum. Tú skrivar dagbók og lesir og hevur tað gott við teg sjálvan, sigur Durita Holm.
?Salka Valka var í Kyrra?havinum 50 ára dagin fyri at heimskenda ferðin hjá Thor Heyerdal við ?Kon Tiki? endaði.
? Vit hátíðarhildu hendan dagin við einum glasi av rom. Allir siglarar hava virðing fyri Thor Heyerdal. Hann er ein eldri maður nú og hann livir á Kanarisku oyggjunum saman við einari ungari kvinnu, sigur Durita
Thor Heyerdal royndi at prógva at búsetingin av oyggjunum í Polynesien fór fram úr Suðurameriku. Hann bygdi hetta ástøðið á sagnir úr Peru. Hann prógv?aði, at tað bar til at reka úr Peru á einum flaka og til Polynesisku oyggarnar. Seinni er hetta ástøðið mótprógvað. Búsetingin í Kyrrahavinum kom úr Indoneisa er semja um.
Upp á vegin
Á ferðini um Kyrra Havið gerst Durita við barn og í New Zealandi eigur hon eina dóttir. Her mynstrar Erik umborð á ?Salku Valku? og hann skal vera við tað eftir er av ferðini.
- Eingilin hjá okkum varð doypt Freyja og hon er eitt ævintýr inni í ævintýrinum, mammu´sa. Akkurát nú er hon heima í Noreg saman við pápanum og vitjar. Hon kemur út aftur, tá vit eru komin til Thailands, sigur Durita og bjóðar okkum aftur í kahyttina at síggja hvussu Freyja býr.
Freyja svevur í stýri?borðskoyggjuni og eitt net er sett upp fyri koyggju?kantinum, soleiðis at hon ikki skal detta á dúrkið í rullinum. Durita vísir við vátum eygum myndir av dóttrini.
- Tað er strævið at sigla við einum lítlum barni, men tað er sunt fyri hana. Hon hevur alla tíðina mammu og pápa kring seg. Tá vit eru farin í land á lítlum oyggjum við gummibátinum og Freyja hevur verið við, so situr hon við fingrunum niðri í sjónum og nýtir lívið. Tey innføddu eru heilt vill við hesum lítla hvíta barni, og tey taka hana frá okkum, so skjótt vit eru komin í land. Í fyrstuni dámdi mær hetta einki, men nú havi eg vant meg við tað, sigur Durita.
Eta fisk
Á ferðini plaga tey at fiska. Og tey hava javnan fisk til døgurða. Annars eta tey nógv grønmeti. Grøn?meti fæst allastaðni á teim?um ymisku oyggjunum og umborð á ?Salku Valku? er ongin frystiboks.
- Vit hava eisini veitt onkran tunfisk. Tunfiskurin smakkar stak væl. Onkur flúgvifiskur dettir eisini niður á dekkið, men teir eru mangan so smáir, at lítil matur er í teimum, sigur hon.
Hvussu hevur Durita kent tað at verið skipari á ferðini.
-Ferðin hevur lært meg eina rúgvu av tolsemi. Tá ein livir so tætt saman, so er ein noyddur at vera fleksibul. Eg havi ongar trupulleikar at vísa mynd?ugleika sum skipari. Annars gongur tað rættuliga demo?kratiskt fyri seg umborð. Eru tað størri avgerðir, sum skulu takast, so tosa vit altíð saman og finna fram til hvat er rættast.
Í Indonesia var ?Salka Valka? í kjalarvørrinum av Trónda Patursyni. Teir vitj?aðu somu bygd Lambata har á hvørjum ári einir10 avgustar verða hildnir til.
- Her verður eisini nakað av grind hildin til á hvørjum ári og heimssamfelagið lýsir ikki hesa bygd í bann av teirri orsøk. Vit svumu eisini saman við august?unum og tað var fantastiskt at síggja hesar 50 tons tungu hvalir kimliga í sjónum.
Heim á Ólavsøku
?Salka Valka? er nú á veg upp til Thailand. Nakað undan jólum, fer hon við landnyrðingsmonsuninum út í Indiska Havið. Leiðin liggur til India, Maldi?vur?nar, Suður Yemen, Reyða Havið, Suez, Miðjarahavið, Gibraltar. Síðan beina leið út í hav, til hon er komin á longd við Føroyar og síðan beina leið heim.
- Eg var 21 tá eg fór undir hesa ferð og eg verið 24 tá eg komið heim aftur. Eg haldi eg eri vorðin eitt betri menniskja av at síggja nýggjar mentanir og hvussu onnur fólk liva. Eg eri vorð?in meira tolerant, sigur Durita Holm.
Durita er bert 23 ára gomul. Hon hevur longu verið skipari og siglt somu teinar sum Kolumbus, Cook og Heyerdal sigldu. Og hon hevur eisini nýtt segl
Hon er eitt konubrot og ein góður ambassadørur fyri Føroyar úti í heimi. Hon eigur pláss um nøkur ár í føroysku søgubókunum saman við Siggert og hon hevur uppiborið eina dyggiliga móttøku, tá hon kemur heim við ?Salku Valku? komandi ár.