Tað man vera langt síðani, at tað hevur regnað so illa, sum tað gjørdi fríggjanáttina. Harumframt hevði tað eisini kavað nakað undanfarnu dagarnar, og samanlagt elvdi hetta til sannan ruðulleika fríggjamorgunin
Fleiri áarlop
Í høvuðsstaðnum høvdu teir á brandstøðini úr at gera. Osvald Jacobsen, vakthavandi á støðini, greiddi okkum frá, at teir høvdu fingið fleiri fráboðanir um vatnskaðar og vátar kjallarar fríggjamorgunin. Síðani klokkan 4.30 gjáramorgunin var ein javnur streymur av fráboðanum, og tá vit um hálvgum tólv tíðina tosaðu við hann, hevði hann júst fingið frí, hóast hann av røttum átti at verið heima um átta tíðina.
Osvald sigur at telefonin ringdi so at siga út í eitt, og brandmenninir høvdu úr at gera við at seta upp pumpur og súgva vatn út úr ymsu kjallarunum og bilhúsunum.
Serliga illa statt var við Landavegin, har trýstið frá Rættará var somikið ógvusligt, at dekslið skamt frá Missiónshúsinum varð trýst upp. Eisini fingu fleiri hús har á leiðini vatnskaða í kjallaran, og er hetta ikki fyrstu ferð, at slíkur ruðulleiki tekur seg upp við Landavegin.
Fyri nøkrum árum síðani var talan nevnliga um júst sama trupulleika, men hóast nakað av arbeiði er gjørt síðani tá, so er ikki líkt til, at trupulleikin er loystur. Vit royndu í gjár at fáa fatur á Boga Haraldssyni, býarverkfrøðingi, men orsakað av fundarvirksemi var ikki gjørligt at hitta hann á máli.
Eisini við Villingardalsvegin, Marknagilsvegin og úti á Argjum floymdu ábnar upp um bakkarnar, soleiðis at krapi, runa, grót og eyrur skolaðu inn á vegirnar. Við Marknagilsvegin var somikið ógvuslift, at ein rennugravari varð settur at ruddað vegin, og úti á Argjum máttu menn eisini nýta stór amboð, til tess at greiða ruðulleikan, sum áarføri hevði við sær.
Um alt landið
Sum skilst av omanfyristandandi, so hevur grimdarregnið gjørt nógv um seg í høvuðsstaðnum, men tíbetur er líkt til, at skaðin ikki hevur verið so stórur aðra staðni í landinum, hóast slúsurnar hava verið opnar alla staðni.
Sosialurin hevur havt samband við ymsar aðrar kommunur, og eru boðini frá flestu teirra, at regnið hevur verið nógv og ánnar stórar, men at hetta tíbetur ikki hevur elvt til skaða.
Í Klaksvík hevur tíbetur verið hampuliga friðarligt frætta vit úr býráðnum. Heri Hammer, býarverkfrøðingur, sigur, at tey seinastu árini hava tey arbeitt við at minkað um vandan fyri áarføri, við at grava sonevnd sandfang, har áarinntøkuni eru. Hetta arbeiði er tó ikki heilt liðugt enn, men í øllum førum kann staðfestast, at hetta arbeiði hevur bøtt mundandi um trygdina, við tað at frárenslini nú kunnu svølgja størri vatnnøgdir enn talan hevur verið um fyrr.
Í Skopun varð áin tó lopin, men hvussu umfatandi skaðarnir av hesum høvdu verið, var ikki greitt áðrenn evstamark okkara. Nakrar fráboðanir høvdu tó verið, men tá vit høvdu samband við kommunuskrivstovuna, vóru menn í ferð við at kanna ymsu málini.
Eisini á Tvøroyri hevði regnið gjørt um seg, og fyrrapartin í gjár høvdu tey har suðuri úr at gera við at fáa ristir, frárensl og annað í rættlag aftur. Vatnverkið hevði eisini havt nakað av trupulleikum av stóru vatnmongdunum, eins og tey høvdu frætt um onkrar smærri vatnskaðar, orsakað av áarlopi.
Av tí allarringasta
Frá Annfinni Jacobsen, sum starvast á veðurstøðini, frættu vit, at avfallið hevði verið av tí allar allar grovasta fríggjanáttina. Í tíðarskeiðinum frá á midnátt til klokkan 6 fríggjamorgunin vórðu máldir heilir 34,3 mm av avfalli, og er hetta eitt tað hægsta talið nakrantíð.
Til samanberingar kann nevnast, at avfallið ein vanligan mánað í Føroyum liggur um 40 mm, so grafarnir hjá Peturi Skeel í hesum blað, fara ivaleyst at gera eitt megnarlop uppeftir.