Og tað var Føroyar...

Ja, nú ber til at spæla fótbólt umborð á Norrönu.

Ein fótbóltsvøllur í fullum FIFA-líki er gjørdur á dekki 8, har børn og hálvvaksin kunnu hugna sær á ferðunum millum lond.

Hugskotið at gera ein FIFA-vøll umborð á Norrönu kemur frá maritima stjóranum, Rúna Olsen.

- Vit hildu, at tða manglaði nakað til tey børn, ið eru vorðin ov stór til at spæla á spæliplássinum í cafeteria, og tá plássið er gott umborð, tóktist tað upplagt at gera ein fótbóltsvøll á dekki 8, sigur Rúni Olsen.

Vøllurin sjálvur var upprunaliga grønur, men nú er grøni liturin skiftir út við blátt.

- Tað hóskar líkasum betri til maritima umhvørvið og sjógvin, sigur Rúni Olsen.

Teir hava eisini eitt play-station rúm niðri undir, men teir ivast samstundis ikki í, at vøllurin fer at verða nógv vitjaður.

- Her ber til at hugna sær hjá bæði børnum og foreldrum. Plássið í bakborð hevur ikki verið brúkt til tað nógva, men nú kann fótbóltsvøllurin knappliga fara at draga nógv fólk til sín. Og so hava vit eisini møguleikan at skipa fyri kappingum á vøllinum, sigur Rúni Olsen.

Fyri at »innvíga« vøllin, hevði Smyril Line bjóðað einum 6. flokki umborð til eina fótbóltskapping, og tað var sjálvur landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, ið var dómari.

Net er gjørt bæði til síðurnar, endarnar og oman fyri, so tað verður ikki langt at renna eftir bóltinum!