Ógreitt um japanar fara at veiða hval

Myndugleikarnir í Japan hava framvegis ikki gjørt av, um landið skal gevast at veiða hval í Suðuríshavinum.

Fyri fjúrtan døgum síðani kom Altjóða Dómstólurin í Haag til ta niðurstøðu, at japanska hvalaveiðan við Antarktis er ólóglig. Japan hevur brúkt ta grundgeving, at talan er um vísindaliga veiði, men tann grundgevingin heldur ikki, segði dómstólurin.

 

Felagsskapurin Sea Shepherd vil vera við, at Japan hevur longu gjørt av at ganga ímóti úrskurðinum hjá dómstólinum, og at landið tískil fer at halda fram at skjóta hval í Suðuríshavinum. Men stjórnin í Tokyo sigur, at eingin avgerð er tikin enn. 

 

Japanar hava veit umleið 1.000 hvalir í Suðuríshavinum um árið.