Ógrundað skuldseting móti starvsfólki

­ Jan Christiansen eigur at taka tað púra róligt, og ikki koma við ógrundaðum skuldsetingum móti starvsfólkinum á býráðnum í Havn, heldur Tórfinn Smith, býráðslimur

­ Jan Christiansen eigur taka tað heilt róligt - og ikki loypa fram av í málinum um hotellbygging í Havn.

Hetta sigur Tórfinn Smith, býráðslimur, sum eisini er limur í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, í samband við tað, sum formaðurin í nevndini, Jan Christiansen segði við Sosialin í gjár.

­ Eitt er tað, at hann leggur okkum politikarar undir at leka tíðindi - at slatra. Tað kunnu vit liva við. Men tað sum mær dámar verri, er misteinkiliggeringin av umsitingini og øllum starvsfólkunum á býráðnum, sum hann soleiði í bólki, og uttan at nevna nøvn, leggur undir at leka upplýsingar til fjølmiðlarnar, tað haldi eg vera eitt álvarsmál, sigur Tórfinn Smith.

­ Jan Christiansen hevur als einki at hava sínar skuldsetingar og illgitingar í, sigur Tórfinn Smith

Annars sigur Tórfinn Smith, at júst hetta málið hevur so ofta verið viðgjørt í býráðnum og í so nógvum nevndum. Tí heldur hann einki løgið vera í, at málið nú er komið alment fram.

­ Fyri alt tað, so havi eg sjálvur langt síðani hoyrt hatta sum slatur í býnum, sigur hann.

Tórfinn Smith heldur tí, at Jan Christiansen skal slappa av, taka tað róligt, og ikki fara soleiðis við hálvum vindi við ógrundaðum skuldsetingum móti sakleysum starvsfólkum á býráðnum.