Bretska blaðið Daily Mail veit at siga, at teir malaysisku myndugleikarnir eru í ferð við at kanna tað seinasta fartelefonsamskiftið hjá teimum, sum vóru í flogfartinum. Í hesum kanningum hava teir staðfest, at ein kvinna ringdi til flogskiparan beint undan fráferðini, men teir vita ikki, hvør hon var. Hinvegin vita teir, at tann, sum keypti telefonkortið, hevði brúkt falskt navn. Handilin, sum seldi telefonkortið, hevur sagt myndugleikunum, at kortið varð selt fyri stuttum.
Tann stóri spurningurin hjá teimum malaysisku myndugleikunum er nú, hvat tað var fyri ein kvinna, sum ringdi til tann 53 ára gamla flogskiparan. Samrøðan teirra millum vardi tveir minuttir.
Myndugleikarnir siga, at teir hava tosað við øll hini, sum tosaðu við flogskiparan undan fráferðini, og at eingin teirra er undir illgruna. Hinvegin hava myndugleikarnir ikki avhoyrt konu flogskiparan enn, men tað verður gjørt fyrsta dagin, skrivar Daily Mail.