Okkara gluggi út og teirra inn

Vest Norden Travel Mart er ógvuliga týdningarmikið fyri føroyska ferðavinnu. Tað er okkara gluggi út í heim og teirra gluggi inn til Føroya, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways og formaður í Ferðavinnufelagnum.

Føroyar hava so ógvuliga lítlan møguleika at gera vart við seg í dagliga trummerumminum, og tí er Vest Norden Travel Mart eitt so kærkomið høvi hjá okkum at vísa okkum fram.
- Hyggur tú inn á Google, so fært ú ikki eyga á Føroyar. Og tí verður tað so ómetaliga trupult at marknaðarføra okkum. Ísland og Grønland koma fram, men ikki Føroyar, og tí hevur tað so stóran týdning, at vit á hendan hátt fáa keyparar hendan vegin at síggja, hvat vit hava at bjóða, og hvat íslendingar og grønlendingar hava at bjóða, sigur Jákup Sverri Kass, sum er formaður í Ferðavinnufelagnum.
Tað eru oman fyri hundrað útbjóðarar á Vest Norden Travel Mart 2011, teir flestu úr Íslandi.
- Men tað eru keyparar úr øllum heiminum, og vit hava fingið eina frálíka byrjan upp á stevnuna. Løgmaður setti Vest Norden Travel Mart og eftir frálíkar fyrilestrar í Norðurlandahúsinum eru vit komin til meira sosiala partin av stevnuni, segði Jákup Sverri Kass, tá vit hittu hann seinnapartin í gjár.
Og at talan er um ein altjóða hóp av keyparum gekk sjón fyri søgn.
- Hesin parturin av stevnuni gongur fyri seg á tann hátt, at tað eru tíggju minuttir avtalur, ið eru gjørdar framman undan. Eg havi tosað við tveir amerikanarar og ein japanara higartil, so tað er talan um altjóða keyparar, sigur Jákup Sverri Kass.
Men hetta er kortini ikki nakað, sum fer at merkjast her og nú.
- Úrslitið av Vest Norden Travel Mart síggja vit ikki fyrr enn komandi ár ella kanska um tvey ár. Slíkt tekur tíð, men tað er avgjørt hugaligt, at so stór undirtøka er fyri ferðavinnustevnuni, sigur Jákup Sverri Kass, formaður í Ferðavinnufelagnum.