Okkara skylda at finnast at

Ein danskur fólkatingslimur luttekur í skrúðgonguni hjá Friðarboganum í morgin.

- Tá samkynd mugu rýma úr sínum egna landi, er hetta ein greið falliterklæring, sigur Mogens Jensen, ið sjálvur er samkyndur

Í morgin hevur norðurlendska felagsskapurin hjá samkyndum í útbúgving, ANSO, ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Millum røðararnar verður sosialdemokratiski fólkatingslimurin Mogens Jensen, ið eisini ætlar sær at luttaka í skrúgonguni aftaná.

- Eg havi fylgt væl við arbeiðnum hjá Friðarboganum, og eg má viðganga, at eg gjørdist overfegin, tá 266 B endiliga varð samtykt, sigur 43 ára gamli Mogens Jensen, ið sjálvur er samkyndur.

Umframt at vera framsøgufólk í miðla- og mentanarmálum, er hann eisini limur í Norðurlandaráðnum. Á eini ráðstevnu, sum Norðurlandaráðið helt í danska fólkatinginum í fjør, fanst hann hvassliga at føroysku politikarum fyri ikki at hava samtykt 266 B. Hann ró upp undir, at Føroyar ikki kundu fáa sjálvstøðugan limaskap, á landið ikki virdi mannarættindini.

- Tað er skeivt at blanda seg upp í føroyskan politikk, men tá mannarættindi ikki verða vird, hava vit politikarar skyldu at vísa á og finnast at, sigur Mogens Jensen, ið seinastu dagarnar hevur havt summarfund saman við hinum sosialdemokratisku liminum í donsku mentanarnevndini.


Skrásett parlag

Hóast hann fegnast um, at 266 B er samtykt í Føroyum, heldur hann, at tað framvegis er langt á mál hjá samkyndum í Føroyum.

- Eg eri heitur forsprákari fyri skrásettum parlagi. Í mínum hugaheimi er tað absurd, at tveir ella tvær, ið elska hvønnannan, ikki kunnu staðfesta hetta á einum pappíri, sigur danski fólkatingslimurin, ið júst er komin úr einum langum forholdi.

Hann vísir á, at vantandi lógarsamtyktin er ein missur fyri Føroyar.

- Tá samkynd mugu rýma úr sínum egna landi, er hetta ein greið falliterklæring. Tað kann ikki vera rætt, at borgarar ikki kenna seg góðtiknar í sínum egna landi. Tá er okkurt galið, heldur Mogens Jensen, ið kortini sigur seg skilja serligu átrúnaðarligu viðurskiftini í Føroyum.

- Eitt land skal ikki spæla av við síni grundleggjandi virði. Hóast eg persónliga eri ímóti at blanda átrúnað og politik saman, síggi eg einki skeivt í, at átrúnaður hevur ein stóran leiklut í Føroyum. Trupulleikin uppstendur, tá persónlig rættindi ikki verða vird, sigur hann.


Spretti seint

Mogens Jensen kom lutfalsliga seint úr skápinum. Hann var 30 ár, tá hann alment boðaði frá, at hann var samkyndur. Orsøkirnar eru fleiri.

- Eg var sera virkin í ungdómspolitiska umhvørvinum, har eg luttók í fleiri flokstríðum. Eg óttaðist, at mítt loyndarmál fór at spenna bein fyri mínum politisku ambitiónum, sigur hann.

Seinni varð Mogens Jensen settur í starv hjá LO, stóra fakfelagnum í Danmark, og hetta legði eitt eyka lok á loyndarmálið.

- Eg metti tað ikki vera hóskandi í einum tílíkum mannfólkaumhvørvi, sigur hann.

Tað var ikki fyrr enn ein starvsfelagi stóð fram, at Mogens Jensen savnaði sær mót. Og fólk tóku væl ímóti honum. Tað gjørdu tey eisini í 2005, tá hann kom inn í Fólkatingið. Sjálvur var Mogens Jensen eitt sindur bilsin.

- Eg varð uppstillaður í økinum kring Herning, har heimamissiónin er lutfalsliga væl umboðað. Har var eingin trupulleiki. Ikki eitt ónt orð, sigur haann.


Samkyndir lærarar

Á ráðstevnuni í morgin ætlar Mogens Jensen millum annað at bera eina heilsan frá evropeiska sosialdemokratiska felagsskapinum fyri samkynd, Rainbow Rose. Felagsskapurin arbeiðir politiskt fyri rættindum hjá samkyndum – serliga í eysturevropeisku londunum, har samkynd mangan verða kúgað og niðurgjørd.

- Í Russland eru umstøðurnar hjá samkyndum serliga vánaligar. Ágangur og harðskapur eru ikki óvanlig, sigur Mogens Jensen, ið eisini vísir á, at samkynd í Russlandi ikki hava eins góðar møguleikar at fáa almenn størv, til dømis lærarar.

Spurdur, hvat hann heldur um, at ein starvsfelagi úr føroyska bróðurflokkinum alment hevur boðað frá, at hann ikki hevði sett ein samkyndan í lærarastarv, svarar Mogens Jensen at enda, at tílíkt ikki hevði verið góðtikið av floksleiðsluni, um hetta hevði komið fyri í danska bróðurflokkinum.Ein danskur fólkatingslimur luttekur í skrúðgonguni hjá Friðarboganum í morgin.

- Tá samkynd mugu rýma úr sínum egna landi, er hetta ein greið falliterklæring, sigur Mogens Jensen, ið sjálvur er samkyndur