Okkurt nýtt skuldi henda

Jansy Lisa Simonsen hevur yvirtikið tógvhandilin Igloo fra Gerd og Anfinn Norðfoss

42 ára gamla Jansy Lisa Simonsen hevur leingi droymt um at royna okkurt heilt annað arbeði. Hon er útbúgvin økonoma og hevur eisini bankaútbúgving. Seinasta arbeiðspláss hennara var byggideildin í Tórshavnar kommunu.
Tað var ein sjáldsom søga, hvussu tað bar til, at hon í dag stendur sum eigari av tógvhndlinum Igloo í Dr. Jakobsensgøtu í Havn.
- Eg kom heim ein dag frá arbeiði og segði við mannin, at nú mátti okkurt henda. Hann spurdi hvat, og eg svaraði, at eg kundi hugsað mær ein tógvhandili. Tað vísti seg, at maður mín á veg heim hevði møtti Anfinni Norðfoss, sum hevði spurt hann, um hann ikki hevði hug at keypa Igloo, sigur Jansy Lisa Simonsen.
- Og so koyrdi tað bara.
Jansy Lisa Simonsen hevur keypt alla goymsluna frá undanfarna eigaranum, men hon hevur bílagt nýggja vøru. Okkurt kemur longu í næstu viku.
Annars ætlar hon at fáa sær nýggj merki av tógvi.
Hon sigur, at hon altíð hevur bundið nógv, bæði troyggjur, koddar og alt møguligt annað.
Handilin skuldi lata upp klokkan 10 í morgun, men longu klokkan hálvgum tíggju vóru tey fyrstu fólkini á hurðini. Sostatt var byrjanini ikki so galin.
Jansy Lisa Simonsen ætlar sjálv at standa í handlinum, og væntandi kemur onkur aftrat at arbeiða hjá henni.