Søgan um Símun Jákup og Martu byrjaði í summar, tá Símun Jákup kom umborð á skipið har Marta arbeiddi sum skipshundur. Símun Jákup arbeiður sum dykkari í Kina saman við fleiri øðrum føroyingum.
- Hon er so sera fitt og góð at hava við at gera, so vit blivu vinir beinavegin, sigur hann.
Símun Jákup doypti nýggja vinin til Martu eftir filminum SS Marta við millum annað Ove Sprogø.
Arbeiði hjá Martu var at halda skipið frítt frá skaðadjórum og smákyktum. Hon át við øðrum orðum kakkelakkar, flogmýs og annað slíkt.
Gerast døgverðamatur
Frambeinini hjá Martu eru bæði brotin. Hví veit Símun Jákup ikki, men er tað vanligt at gera við hundar, ið koma umborð á skip í Kina.
Í byrjanini hugsaði Símun Jákup ikki um at taka hana við til Føroya, men sum tíðin leið og vinarbandi styrktis, birtist tankin um at taka hana við tá hann fór heim. Vanliga er annars at tvey ára gamlir hundar í Kina verða dripnir og enda á døgurðaborðinum.
- Eg setti meg í samband við Heilsufrøðiligu stavstovuna, og bað síðani tulkin á bátinum umseta teirra krøv til kinesiskt. Tað vísti seg ikki at vera so torført, sum eg áður hevði hildið, at fáa hana við til Føroyar, greiðir hann frá.
Símun Jákup og tulkurin fóru einar tveir túrar til lands, at koppseta Martu og ordna pass og onnur pappír, sum vóru neyðug.
Drúgv ferð
Ferðin heim til Føroyar gjørdist tó drúgvari enn væntað. Símun Jákup skilti tað, sum at 21 dagar skuldu verða gingnir frá tí at Marta var koppsett, til hon kundi koma til Føroyar. Soleiðis var tíanverri ikki - tað vóru 28 dagar, og tískil varð Marta steðga á flogvøllinum í Vágum og tollarirnir hóttu við at avlíva hana ella senda hana av aftur landinum.
- Eg gjørdist illur tá eg kom í Vágarnar. Eg hevði flogi einar 30 tímar og ferðast í fleiri dagar, sigur Símun Jákup.
Men har var einki at gera, Marta var noydd av landinum aftur og niður til Danmarkar at sita í karatenu í seks dagar.
Hetta kostaði Símun Jákupi yvir 7.000 krónur, men var hann komin so langt við Martu, ætlaði hann ikki at geva upp í Vágum.
Etur skerpikjøt
Nú lendi so Marta at enda í Føroyum. Einasta Símun Jákup hevur fingið hana at eti higartil er skerpikjøt. Vanligan hundamat er hon ikki von við, og tá tey bæði vitjaðu djórahandilin fór hon beinleiðis eftir marsvínunum ístaðin fyri hundakeksunum.
- Konan varð eitt sindur bilsin, at eg kom heim við einum hundi úr Kina, men tað vardi eini 30 sekundir so var hon púra vekk í henni eisini, sigur hann.
Símun Jákup fer aftur til Kina síðst í oktober, men tá verður Marta verðandi í Føroyum.
- Nú er hon føroyingur og her skal hon verða, staðfestur hann.
Føroysk supermodell
Mótaserfrøðingar meta, at 16 ára gamla Miriam Haraldsen úr Sørvági, hevur júst tær dygdirnar, sum skulu til, fyri at gera seg galdandi á altjóða mótapallinum. Ein myndamaður samanlíknar Mariam við brasilsku supermodellina Gisele Bundchen, sum hevur eitt av kendastu andlitunum og kroppunum í altjóða mótaheiminum.
- Eg havi altíð droymt um at gerast model og havi hugt nógv eftir sendingum um hendan dragandi heimim, sigur Miriam Haraldsen.
1800 metrar
Leiðslan fyri Vága Floghavn leggur fram ætlanina um útbygging av flogvøllinum, sum skal bjóðast út í desember. Ætlanin, sum floghavnin er heitast fyri, er at leingja flogvøllin upp í 1800 metrar. 200 metrar vestur móti Sørvági og 350 metrar eystur móti Leitisvatni. Eisini skulu aðrar útbyggingar gerast á flogvøllinum.
Tobbi fekk sína Ann
Hóast hann sigur seg vera stak óromantiskan, var tað ein fegin Tobbi sum fekk sítt ja frá Ann Ellefsen, tá tey bæði giftust.
- Nú hava vit livað uppá polskt í fleiri ár, so tíðin var komin at fáa tað formliga uppá pláss, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum um vikuskifti giftist við Ann Ellefsen, studentaskúlalærara. - Tað virkar kanska eitt sindur borgaligt at giftast, men vit vóru komin til markamótið, har vit fegin vildu siga fyri øllum at: »Nú skulu tað vera vit bæði«, sigur Tórbjørn.
HB vinnur gull
Fótbóltskappingin hjá monnum endar við, at HB vinnur føroyameistaraheitið. Hinvegin er lagið vánaligt í Klaksvík, tí fyri fyrstu ferð nakrantíð flytur KÍ úr bestu deildini og skal komandi kappingarár spæla í 1. Deild. Umframt KÍ flytur eisini 07 Vestur niður. Nýggj lið í Formuladeildini komandi ár verða VB/Sumba og B71.
– Føroyska samfelagið kann samanberast við ein slitnan íbúðarbygning, sum trongir til eina umfatandi renovering.
Ole Wich,
listamaður
-Eg var í Føroyum eina tíð sum barn, tá ið stjúkpápi mín arbeiddi á einari teknistovu har, og tað, sum eg minnist best frá tíðini í Føroyum, var, at eg varð stútað av einum veðri.
Sofie Gråbøl,
danskur sjónleikari