OL-gullvinnari í fongsul

Fyrrverandi fleirfaldi olympiski meistarin methavari í 100 metrum og longdarlopi, Marion Jones úr USA, varð í kvøld dømd hálvt ára fongsul Fyri nøkrum mánaðum síðani viðgekk Marion Jones grátandi, at hon hevði dopað seg gjøgnum karrieruna. Og stutt eftir mátti Marion so lata aftur øll síni OL-heiðursmerki, millum annað tey fimm, hon vann við OL í Sydney í 2000. Eisini eru hennara mongu heimsmet strikað.

Hetta hendi, eftir at hart trýst varð lagt á hana. Men umframt at hava nýtt ólóglig evni á rennibreytini, hevði hon eisini gjørt seg seka í nøkrum meiri álvarsomum ? hon leyg fyri FBI kannarum.

Tað hendi heilt afturi í 2003, tá hon segði FBI, at hon ikki hevði tikið ólóglig evni. Nakað, sum hon altso nú hevur viðgingið at gjørt.

Eg havi gjørt ein stóra feil við at lúgva. Eg havi viðgingið mítt misbrot ov seint, men vónandi ikki ov seint til at vekja tygara menniskjaliga vinsemi, segði Marion Jones við dómaran, Kenneth Karas, sambært tíðindastovuna AP.

Síðani brast tann fyrr so kenda ítróttastjørnan í grát.

Tað er enn ógreitt, um Marion Jones fer at kæra dómin, sum varð sagdur í White Plains í New York.

Umframt teir seks mánaðirnar í fongsli, er Marion Jones eisini dømd 400 tímar samfundstænastu, skriva útlendsk bløð.